Venesuela

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Venezuela)
República Bolivariana de Venezuela
Bolivarisk Lýðveldið Venesuelu
Flagg Venesuela
(Flagg Venesuela)
Tjóðarslagorð: Patria, Socialismo o Muerte
Tjóðsangur: Gloria al bravo pueblo
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Karakas
Forseti Nicolás Maduro
' José V. Rangel
Fullveldi 13. januar 1830
(frá Kolombia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
916 445 km²
0.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
28 833 845
30/km²
Gjaldoyra Bolívar fuerte (VEF)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .ve
Telefonkota +58

Venesuela er eitt land í norðara partinum av Suðuramerika.

27 milliónir fólk búgva í Venesuela (2010), av teimum eru 8 milliónir yngri enn 15 ár. Størsti býurin í Venesuela er høvuðsstaðurin Caracas. Næststørsti býur er Maracaibo, sum liggur vestanfyri, tætt við kolumbianska markið. Í 400 ára søgu sínari hevur Caracas verið lítil býur, bygdur 900 m uppi í fjøllunum skamt frá Karibiastrondini. Tá ið olja varð funnin, bráðvaks fólkatalið úr fáum túsund upp í fleiri enn 4 milliónir. Nú er Caracas nýmótans býur við høgum húsum av stáli og glasi og góðum høvuðsvegakervi.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Pico Bolívar

Landið hevur mark við Kolombia í vestri, við Brasil í suðri, og við Gujana móti eystri. Norðanfyri vendir landið móti Suðurkaribiska havinum. Her eru nógvar kendar oyggjar og oyggjabólkar, sum eru partur av Karibiaoyggjum.

Kukenan Tepui

Niðurlendsku ABC-oyggjarnar liggja í ein útnyrðing úr venesuelansku strandarlinjuni, meðan Grenada, Barbados ella Trinidad og Tobago finnast Í ein landnyrðing. Allar hesar smáu oyggjarnar í Suðurkaribiahavi sum liggja fram við venesuelansku strondini, eru partur av Smáu Antilloyggjum.

Víða hvar í regnskógunum í Venesuela daga fleiri enn 100 høg sandsteinsfjøll, nevnd tepuis, upp ímóti luftini, summi eru 1.000 m. Hesi fjøll vóru áður í fyrndini víður háslætti, sum regn og vindur í ótaldar øldir hava matað niður. Mong rár plantusløg og dýrasløg hava ment seg í hesum "horvnu heimum".

Hægsta fjallið í Venesuela kallast Pico Bolívar og er 4.978 metrar høgt. Fjallið liggur sunnanfyri Maracaibovatnið.

Orinocoá (2.140 km) er longsta á í Venesuela.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Býirnir í Venesuela.

Mesta fólkið býr í býunum norðantil. Mongum teirra dámar væl norðuramerikanska undirhaldsmentan, t.d. at lurta eftir rokktónleiki og at spæla hornabólt (baseball), ein ítrótt, sum menn, ið komu hagar at arbeiða í oljuvinnuni, høvdu við sær.

Tey fáu upprunafólkini, sum enn eru eftir í Venesuela, halda til langt inni í landinum tætt við markið ímillum Brasil og Venesuela. Fjølmentastir eru yanomamo-indiánarnir, eini 17.000 fólk. Yanomamoar eru veiðimenn og savnarar. Teir veiða við bogum, ið eru tveir metrar langir. Ørvaoddarnir eru smurdir við eitri, gjørt úr plantum. Teir búgva í ovurstórum rundum sevsmáttum, nevndar yanos, sum teir byggja á einum ruddaðum bera í skóginum. Teir eru í vanda fyri at vera tyndir, bæði tí at skógarvinnufyritøkur og námsfyritøkur oyðileggja lendið teirra, og tí at teir eru ikki mótstøðuførir fyri sjúkum, t.d. meslingum.

Smátturnar eru gjørdar av tunnum plankum og klønum greinum og taktar við pálmabløðum. Í miðjuni er vanliga stórt tún. Eini 10-20 húski búgva í einari "yano", og hvørt teirra hevur sítt egna "býli".

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Angelfossarnir eru næstan 1.000 metrar høgir og verða roknaðir sum hægstu fossar í heiminum.

Tá ið italski rannsóknarfarin Amerigo Vespucci sigldi fram við strondini í Suðurkaribiahavi í 1499, kallaði hann landið Venesuela, ið merkir Lítla Venezia. Húsini stóðu á steyrum, og tað minti hann um húsini og siglingarveitirnar í italska býnum Venezia í Italia. Í 300 ár var landið spanskt hjáland, men í 1811 gjørdist Venesuela frælst ríki. Stórur ójavni er í landinum: oljuvinnan gevur milliardir av sær, kortini búgva ógvuliga mong fólk í fátækrabýlingum í stórbýunum. Inni í landinum búgva indiánar, sum so at siga einki vita um nútíðarmentan okkara.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Nógva oljan, ið varð funnin í Maracaibovatni í 1917, hevði við sær, at Venesuela, ið hevði verið av fátækastu londum í Suðuramerika, gjørdist eitt hitt ríkasta í Suðuramerika. Oljukeldurnar í Maracaibovatni eru tær størstu, vit vita um, tá ið tær í Miðeystri eru frá; eisini eru oljukeldur og stór asfaltdíki við Orinocoá. Hóast alt ríkidømið eru mong fólk fátæk. Lítið er gjørt burtur úr at menna almennar tænastur, og landbúnaðurin gevur lítið av sær. Oljuprísfallið hevur elvt til búskaparliga afturgongd.

Høgt uppi yvir býnum Mérida er heimsins hægsta kaðalbreyt. Hon flytur ferðafólk úr býnum og langt niðan til fjals, 4.765 m oman sjóvar. Ferðin varir stívan tíma, og ferðafólkini mega skifta breyt fýra ferðir.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Venusuela er eitt land, sum ikki er serliga vinarligt móti USA. Tað kom tíðuliga fram, tá fyrrverandi forsetin úr Venusuela Hugo Chavez koma á røðarapallin í ST í 2006 beint eftir George W. Bush og segði at hann kundi lukta at Satan hevði verðið her [1]. Venesuela hevur verið rættiliga ófriðarligt í februar 2014; bæði viðhaldsfólk hjá Nicolás Maduro forseta og andstøðan hava verið í gøtunum og mótmælt. Tað sum byrjaði fyrst í februar sum mótmælir frá lesandi hevur spreitt seg til at gerast eitt umfatandi mótmæli móti støðuni í landinum, har fátækradømi er umfatandi, og kriminaliteturin er høgur. Tað verða t.d. dripin umleið 25.000 fólk í Venesuela hvørt einasta ár. Tey krevja at Nicolás Maduro leggur frá sær tí tey halda ikki at hann loysir politisku trupulleikarnar í landinum. Maduro tók við sum forseti aftaná Hugo Chavez, tá hesin doyði.

USA hevur ikki vilja samstarva við Venesuela í fleiri ár, og støðan versnaði herfyri tá Maduro sendi nakrar ameikanskar sendimenn av landinum í 2013 [2].

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Chavez: Bush 'devil'; U.S. 'on the way down', cnn.com, 20. sept. 2006
  2. Venezuela’s Nicolas Maduro expels U.S. diplomats: ‘Yankees go home’, washingtontimes.com, 1. oktober 2013