1966
Appearance
Árstal |
1963 1964 1965 – 1966 – 1967 1968 1969 |
Áratíggju |
1950-árini – 1960-árini – 1970-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
1966 (MCMLXVI) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum leygardegi.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 18. januar - 8.000 amerikanskir hermenn lenda í Vjetnam, og nú eru tilsamans 190.000 amerikanskir hermenn í landinum.
- 26. januar - 3 børn hvørva til gongu í Glenelg, Suður Avstralia, og verða aldrin sæð aftur. Málið verður kallað Beaumont children disappearance.
- 10. mars - Krúnprinsessa Beatrix av Niðurlondum giftist Claus von Amsberg. Ein partur av almenninginum mótmælir brúdleypinum, tí brúðgumin er týskur.
- 26. mars - Mótmæli verða hildin runt um í USA ímótir Vjetnamkrígnum.
- 18. apríl - Oscars virðislønin verður latin. Sound of Music vinnur heiðurslønina fyri besta film.
- 29. apríl - Talið á amerikanskum hermonnum í Vjetnam er nú 250.000 mans.
- 1. mai - Flóð rakar finsku strondina.
- 16. mai - Martin Luther King Jr. heldur sína fyrstu røðu viðvíkjandi Vjetnamkríggið.
- 26. mai - Suðuramerikanska landið Guyana fær fullveldi.
- 29. juni - USA byrjar bumbuálop á vjetnemisku býirnar Hanoi og Haiphong.
- 30. juni - Frakland tekur seg úr NATO.
- 3. juli - Umleið 4.000 fólk verða handtikin í Englandi, tá eitt mótmælistiltak ímótir Vjetnamkrígnum uttanfyri amerikanska sendiráðið í London, útviklar seg til ófrið.
- 6. juli - Malavi verður ein republikk.
- 29. juli - Bob Dylan kemur út fyri eina motorsúkklu vanlukku, hann traðkar ikki alment fram aftur fyrr enn eitt ár seinni.
- 2. august - Spania bannar enska herflúgving í sponskum luftrúmi.
- 5. august - Arbeitt verður uppá grundina, undir tey stórslignu tvíburatornini World Trade Center. Tornini standa liðug í 1971, men fella í yvirgangsálopinum 11. september 2001.
- 11. august - The Beatles halda fjølmiðlafund, og biðja um umbering fyri orðaval John Lennon, sum hevur sagt í eini samtalu at The Beatles eru størri enn Jesus.
- 8. september - Sci-Fi sjónvarpsrøðin Star Trek verður víst fyri fyrstu ferð.
- 30. september - Íslenska sjónvarpið (RÚV) sendir fyri fyrstu ferð.
- 7. oktober - Sovjetsamveldið boðar frá at øll kinversk lesandi, muga vera úti úr landinum áðrenn endan av oktober sama ár.
- 11. oktober - Frakland og Sovjetsamveldið skriva undir avtalu, um at samstarva í kjarnorku gransking,
- 22. oktober - Spania krevur at England gevst við herflúgving yvir Gibraltar. England noktar dagin eftir, og heldur fram við herflúgvingini.
- 8. november - Løgtingsval
- 27. november - Bønhúsið í Ørðavík vígt - sum fyrsta bønhús í Føroyum í nýggjari tíð
- 30. november - Barbados fær fullveldi.
- 15. desember - Walt Disney doyr undir framleiðslu av filminum Jungle Book, sum verðu síðsti filmur framleiddur av honum persónliga.
List
[rætta | rætta wikitekst]Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]Tónleikur
[rætta | rætta wikitekst]Útgávur hetta árið
[rætta | rætta wikitekst]- Revolver (The Beatles)
- A Collection of Beatles Oldies (but Goldies) (The Beatles)
- Pet Sounds (The Beach Boys)
- Blonde on Blonde (Bob Dylan)
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Fótbóltur
[rætta | rætta wikitekst]11. - 30. juli - Heimsmeistarkappingin í fótbólti verður hildin í Englandi. England verður heimsmeistari, Vesturtýskland silvurvinnari, og Portugal bronsuvinnarir.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 13. januar - Patrick Dempsey, amerikanskur sjónleikari (Enchanted)
- 6. februar - Rick Astley, enskur sangari
- 20. februar - Cindy Crawford, amerikonsk supermodell
- 24. februar - Billy Zane, amerikanskur sjónleikari (Titanic)
- 28. mars - Høgni Karsten Hoydal, føroyskur politikari.
- 15. apríl - Samantha Fox, ensk songkvinna og modell
- 30. apríl - Johan Dalsgaard, føroyskur politikari.
- 12. mai - Stephen Baldwin, amerikanskur sjónleikari (The Usual Suspects)
- 16. mai - Janet Jackson, amerikonsk songkvinna
- 26. mai - Helena Bonham Carter, enskur sjónleikari (Harry Potter)
- 28. juni - John Cusack, amerikanskur sjónleikari (Being John Malkovich)
- 30. juni - Mike Tyson, amerikanskur boksari
- 7. august - Jimmy Fox, amerikanskur, ein av stovnarum Wikipedia.
- 14. august - Halle Berry, amerikanskur Oscar vinnandi sjónleikari (Monster's Ball)
- 2. september - Salma Hayek, meksikansk-amerikanskur sjónleikari (Desperado)
- 8. september - Carola Häggkvist, svensk songkvinna
- 9. september - Adam Sandler, amerikanskur skemtari og sjónleikari (The Wedding Singer)
- 25. september - Rakel Helmsdal, føroyskur rithøvundur
- 9. oktober - David Cameron, enskur forsætismálaráðharri
- 2. november - David Schwimmer, amerikanskur sjónleikari (Friends)
- 8. november - Gordon Ramsey, skotskur sjónvarpskokkur
- 17. november - Jeff Buckley, amerikanskur singer-songwriter (d. 1997)
- 8. desember - Sinéad O'Connor, írsk songkvinna
- 14. desember - Helle Thorning-Smith, danskur forsætismálaráðharri
- 21. desember - Keifer Sutherland, kanadiskur sjónleikari (24)
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 18. oktober - Elizabeth Arden, kanadiskur kosmetik merkja stovnari (f. 1878)
- 15. desember - Walt Disney, amerikanskur stovnari av Walt Disney Company, og Disneyworld. (f. 1901)