Vesturtýskland
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eftir Annan Veraldarbardaga varð Týskland lutað sundur millum hersetingarvaldini Sovjett; USA; Ongland og Frankaríki í ein vestara part BRD (Bundesrepublik Deutchland), sum í dagligari talu bleiv kallað Vesturtýskland, og ein eystara part DDR (Deutsche Demokratische Republik), sum í dagligari talu, bleiv kalla DDR.
Høvuðsstaður í Vesturtýsklandi var Bonn, meðan sundurbýtti býurin Berlin, var høvuðsstaður í DDR. Tá ið týsku londini í 1990 blivu løgd saman í eitt ríki aftur, bleiv í roynd og veru Eysturtýskland niðurlagt, politikarar og fyriskipan annars send til hús, og økið langt aftrat vestara partinum av Týsklandi.