Sovjetsamveldið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of the Soviet Union.svg Coat of arms of the Soviet Union.svg
LocationUSSR.png

Sovjetsamveldið var størsta ríki í heiminum. Sovjetsamveldið bleiv upprætta í 1922. Sovjet merkir ráð. Hetta hugtak kom fram í russisku kollveltingi í 1905, sum zarurin bardi niður. Men hóast hetta hevði henda kollvelting við sær ávísar demokratiskar ábøtur. Í februar 1917 var tað aftur kollvelting og zarurin bleiv koyrdur frá og Kerenski kom til. Í oktober 1917 var aftur kollvelting, sum bolsjvikkaflokkurin stóð á odda fyri og her kemur hugtaki um sovjettir aftur fram. Eitt av slagorðunum hjá Vladimir Lenin og bolsjevikkinum upp til kollveltingina var "Alt vald til sovjettirnar", sum vóru upprættaðar nakað áðrenn kollveltingina. Kereniski blev settur frá og Lenin bleiv leiðari.

Í 1918 blívur Russland álopi av herðum uttanífrá, sum stuðla teimum "hvítu" og eitt blóðugt borgarakríggj brýtur út. Tað eydnast teimum "reyðu"(bolsevikkinum) at vinna borgarakríggji.Lenin doyr í 1924 og eftir maktkamp millum serliga Trotskij og Josef Stalin, vinnur Stalin maktkampin og setur í 1928 tann fyrsta fimmársplanin í verk, sum millum annað hevur eina blóðuga tvingisilskollektivisering av landbúnaðinum við sær.[tørvar keldu] Russland var eitt tilaftursútsilgt land hvat ídnaði viðvíkti og tað eydnaðist Josef Stalin á harðligan hátt at seta ferð á útviklingin av ídnaðinum í Sovjettsamveldinum.

Í tíðarskeiðnum við Stalin á odda vóru eisni tær kendu moskvaprosessirnar settar í verk, har fólk blivu ákærd og deyðadømd fyri gerðir sum tey øllum at døma ikki høvdu framt.[tørvar keldu] Amerikanski heimspekingurin John Dewey stóð á odda fyri eini kommisión sum kannaði ákærirnar móti Trotskij og kom til ta niðurstøðu at Trotskij ikki var sekur. Moskvaprossirnar eru viðgjørdar í teimum føgru bókmentinum m.a. við skaldsøguni hjá Arthur Koestler "Darkness at noon" (á donskum útgivin undir heitnum "Mørke midt på dagen")

Gamla Sovjetsamveldið

Undir Kalda Krígnum (19451991) kappaðust risaveldini Sambandsríki Amerika og Sovjettsamveldið um, hvørt var ført fyri at senda fyrsta menniskjað á mánan. Rúmdarkappingin byrjaði, tá Kennedy (29. mai 191722. november 1963) forseti segði, at áðrenn 1970 skuldi USA hava eitt fólk á mánanum. Øll vita, hvør vann ta kappingina, men fá eru tey, sum vita, at tað eydnaðist russum at senda tveir smáar robottar til mánan, sum kundu stýrast frá jørðini. Og ikki fyrrenn í 1986 frætti heimurin annars um hetta bragdið, tí tá varð ein nýggjari robottur sendur inn í kjarnorkuverkið í Tjernobyl at rudda.

Í 1991 fór Sovjettsamveldið sundur í 15 sjálvstøðug lýðveldi, hvørt við sínari stjórn. Sjey av hesum lýðveldum eru í Evropa, hini átta í Ásia. Nú lýðveldini ikki longur eru partur í einum ovurstórum, miðstýrdum búskapi, mega tey laga seg til viðurskifti og treytir á heimsmarknaðinum, og tað hevur ikki verið so lætt. Fall Sovjetsamveldisins hevði eisini við sær, at londini
í Eysturevropa sluppu undan sovjetskum eftirliti.

Kekenia[rætta | rætta wikitekst]

Mangastaðni í gamla Sovjetsamveldinum stríðast fólkasløg hvørt ímóti øðrum. Í summum londum í russiska samveldinum eru mangir russar, onkustaðni eru teir um 40 % av fólkinum. Annað dømi er Kekenia, har triðja hvørt fólk er russi. Síðan Sovjetsamveldið fall, hava kekenar stríðst fyri tjóðskaparligum frælsi, men Russland, ið er samveldisríki, er hart ímóti hesum. Teir kvíða fyri, at fer ein landspartur burturúr, verður alt tað russiska samveldið syndrað.

Gamla Sovjetsamveldið[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]