Kasakstan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kasakstan á heimskortinum

Kasakstan ella Kasakhstan er eitt lýðveldi í Asia. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991. Kasakstan er eitt land, ið liggur mitt í Asia. Har búgva umleið 16,9 milliónir. Harav eru 63 % Kasakstanar, 23.7% russar, 2.9% uzbekar, 2.1% ukrainar, 1.4% uyghurar, 1.3% tatarar, 1.1% týskarar, 4.5% onnur fólkasløg. Millum annað komu fleiri jødar til Kasakstan undir øðrum heimsbardaga. Landið er níggjunda stórsta landi í heiminum við eini vídd á 2.724.900 km2, hvar 1,7 % er vatn. Størsti býurin eitur Almaty, har búgva 1,3 miljónir. Almaty varð høvuðsstaður til 1997. Býurin er kendur fyri sínar flottu bygningar. Høvuðsstaðurin í Kasakstan eitur Astana, hann gjørdist høvuðsstaður í 1997. Grannatjóðirnar hjá Kasakstan eru: Russland, Kina, Kirgisia (Kyrgyzstan), Usbekistan og Turkmenistan. Harumframt liggur landið við Kaspiska Havið. Nógv kenna kanska Kasakstan frá skemtifilminum Borat. Men Landið er ikki júst sum tað er lýst í filminum. Tad er eitt rættliga reint og ríkt land.



Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisistan | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam