Russland
|
|||
| Tjóðarslagorð: Onki | |||
| Tjóðsangur: Russiskur tjóðsangur | |||
| Alment mál | Russiskt og fleiru mál | ||
| Høvuðsstaður | Moskva | ||
| Forseti | Dmitry Medvedev | ||
| Forsætisráðharri | Vladimir Putin | ||
| Fullveldi | 24. august 1991 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
17.075.200 km² 0,5 |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
142 200 000 8,5/km² |
||
| Gjaldoyra | Rubel | ||
| Tíðarøki | UTC +1 til +11 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .ru | ||
| Telefonkota | +7 |
||
| Spenningur | |||
Russland er eitt sambandsríki í Evropa og Asia. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 150 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti.
[rætta] Tá ið kommunisman kom til Russlands
[rætta] Russland áðrenn kommunismuna
Áðrenn kommunistarnar tóku valdið í Russlandi, var tað eitt kongsveldi, har Zarurin stýrdi. (Ein zarur: ein russiskur keisari). Ì 1894 til 1917 ráddi Nikolaj t. 2 zarur í Russlandi. Zarurin var einaræðisharri í landinum, og soleiðis hevði verið síðan 1547, við tí fyrsti keisaranum Ivan 4. Í1897 var Zar-veldið mett til at fevna um eini 1,8 milliónir limir. Flestu av hesum vóru góðseigarar, embætismenn og heryvirmenn. 90% av íbúgvunum búðu á bygd í bóndafamiljum, sum góðseigarar áttu og kundi gera við, hvat teimum lysti. 75% av íbúgvunum dugdu ikki at lesa, tí at tey ráðandi vóru bangin fyri, at tað fór at ávirka hugburð fólksins.
[rætta] Russland gerst ídnaðarland og jarnbreytirnar í Russlandi
Tey ráðandi royndi fyrst at fáa gongd í ídnaðin í 1890’unum. Russland hevði góðar møguleikar fyri ídnaði, tí har fanst nógv ymiskt tilfeingi, sum kol, jarn og olja. Ein týðilig forðing fyri ídnaðarvøkstri var, at tað var trupult at flyta vøru úr einum staði í annað. Av hesum orsøk var avgjørt, at byggja fleiri jarnbreytir, sum til dømis Tann Transsibiriska jarnbreytin, ið er úr Moskva til Vladivostok í Sibiria. Hendan var liðug í 1916, og er heimsins longsta. Tær skuldu harumframt eisini gera tað møguligt, at leggja eitt øki í Kina undir seg, at fáa fólk til at flyta til Sibiria at grava eftir málmi. Frakland veitti Russlandi lán til jarnbreytunum, men tað var mest bøndurnir sum goldið fyri tær. Við tí nýggja ídnaðin, komu fleiri fólk at arbeiða í, og lívskorini vórðu betur, hóast verkafólkið enn hvørki sluppu stovna verkamannafeløg ella fara í verkfall.
[rætta] 1917 – kollveltingin eydnast
Undir fyrra heimsbardaga, var Russlandi millum annað í kríggj við Týsklandi. Á várið 1917, tá kollveltingin byrjaði, verður mett, at Russland longu tá hevði eitt tap uppá 7 mió. hermenn falnar, særdur ella tiknir til fanga. Orsøkirnar til hendan stóra sorgarleikin eru tvær; tey høvdu ikki nóg góða førleika og ein stórur manglandi dugur á krígsførsla. Hin orsøkin er, at tey høvdu ikki tíðarhóskandi amboð til samband sínámillum og ei heldur nóg góð vápn, nóg nógv føðsla, klæðir o.s.fr. Frá 1915 hevði Zarin persónliga leiðsluna av. Vanlukkurnar seinnameiri sóu fólkið sum ábyrgd Zarins. Fólkið misti myndugleikatrýgv til Zarinum og tey liðu hungursneyð og vóru køld. Fleiri bøndur vóru tiknir í herin, og kornframleiðslan minkaði. Tað viðførdi hungursneyð í landinum. Støðan gjørdist rættiliga hættislig, tá ið allur jarnbreytaflutningarnar steðgaði. Februarkollveltingin Í 1916 vóru yvir ein mió. arbeiðarar í verkfall. Í mars 1917 kom mongdina av fólkum, í gingu í verkfalli, hæddina. Lívskorini gjørdist verri, tí alt breyð var uppi, og uppreistur brast á. Verkføllini og uppreistrinum vóru spontan, men eftir nakrar dagar, stovnsetti bøndurnar, ið vóru í verkfall, og hermenninir eitt felag. Herleiðslan gav hermonnunum boð um, at seta seg upp ímóti uppreistrafjøldini og skjóta teir. Ístaðin skutu hermenninir yvirmenninar og fóru uppí uppreistur. Eftir fáum døgum, hevði Zar-stýrið mist tamarhaldið á fólkinum. Nikolaj t. 2. noyddist at abdisera, tvs. hann fór frá valdinum.
[rætta] Bolsjevikkar taka ræðið
Ymiskar politiskar flokkar vórðu loyniliga settar í stovn undir Zar-stýrinum, harímillum Bolsjevikkaflokkurin. (Bolsjevik=meiriluti). Flokkurin varð stovnaður av Vladimir Iljitsj Uljanov, men er betri kendur sum Lenin, ið er hansara dulnavn. Hann hevði ætlanir, um at drepa zarin, men tað týdningarmesta helt hann vera, at stovna ein flokk, ið setti liminum strong krøv, so flokkurin gjørdist betri førir fyri, at megna at kollvelta samfelagið. Lenin hevði ætlanir um, at kollvelta allan heimin, og vildi byrja við sosialistiska kollveltingin í Russlandi. Tað helt hann vera skilagott, tí hann var vísur í, at fólkið hevði fingið ein annan politiskan hugburð aftaná februarkollveltingina. Hann megnaði at sannføra Bolsjevikkaflokkurin til sín framtakshugað politikk. Í 1917 var Bolsjevikkaflokkin einans ein lítil flokkur á uml. 25.000 limir, men í 1917 var limatalið økt til tað tíggjufaldaða, við slagorðunum: “Friður, jørð og breyð”. Flokkurin hevði meirilutan í teimum týdningarmestu sovjettunum (ráðum). Stjórnin við Lenini á odda varð tilnevnd, og har vóru millum aðrar eisini Trotskij og Stalin í. Valið til nýggja tjóðartingið hilnaðist illa hjá flokkinum, tí teir fingu bert ein fjórðing av atkvøðunum. Aðrir sosialistiskur flokkar fingu meira, men Lenin noktaði at leggja frá sær valdið, og í januar 1918, tók hann tjóðartingið av, og gjørdi, at aðrar flokkar vórðu bannaðir.
[rætta] Landafrøði
Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum (Evropa og Ásia) og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi.
Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis Moskva (høvuðsstaði landsins) og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volgaá.
Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað.
Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum Siberia, ið er russiski parturin í Ásia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur (Teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.
[rætta] Militerið
Herurin hevur altíð verið stoltleiki Russlands, men so er ikki longur. Herurin fær ringa fígging, og tann fyrr so stolti russiski herurin er um at detta sundur. Teir herskyldigu verða kúgaðir og yvirmenninir eyðmýktir. Á hvørjum ári verða 300 000 ungir menn kallaðir inn til hertænastu, men stúranin fyri harðskapi og fyri at verða sendir til Kekenia hevur gjørt tað at sleppa undan hertænastu til eina tjóðarítrótt. Fleiri enn 3 000 hermenn doyggja av harðskapinum, sum gjøgnumsúrgar allan herin.
[rætta] Eitt sindur um Russland
- Russland er heimsins størsta land.
- Russland hevði stóran leiklut í 2. verðinskríggji.
- Russland er m.a kent fyri Sovjetsamveldið.
- Russland er býtt upp í 5 partar.
- Russland er í tveimun heimspørtum: Evropa og í Ásia.
- Í slættaumráðinum dyrkast: Korn, eplir og Sukur.
- Hægsta fjall er Klutsjevakaja sum er 4750 m høgt.
- Størsta vatnið er Bajkalvatn sum er 31 468 km2.
- Í Russlandi eru fleiri muslimar enn í Jordan og Libya tilsamans.
- Ì høvusstaðinum Moskva er kenda: Reyða Torgi.
- Í vestara og syðra parti er fruktagóð jørð, men víða um í landinum er steinlendi.
- Í Russlandi kann tað gerast ræðuliga kalt, tí landið er so nær við Norðurpólin.
[rætta] Slóðir
| Lond í Asia |
| Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |