Sjálvmorð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort yvir sjálvmorðini í heiminum.

Sjálvmorð er tað at taka seg av lívi. Sambært heilsulýsing landslæknans var eitt sjálvmorð framt í Føroyum í 2007. Hetta er eitt vet minni enn seinastu trý árini, tí í 2006 vórðu trý sjálvmorð framd, meðan seks vórðu í 2005. Í 2004 var talið eins og í fjør bert eitt, og fyri árið 2003 eru trý sjálvmorð at finna í hagtølunum hjá landslæknanum. Frá ársbyrjan 1981 til og við 2007 eru tilsamans 88 sjálvmorð staðfest her á landi. Samanborið við hini Norðurlondini og londini í Evropa eru føroysku sjálvmorðstølini sera lág. Harafturat kann sigast, at tey stórt sæð ikki hava verið vaksandi seinastu 25 árini.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál