Jehova Vitni
Jehova Vitni er ein kristin trúarrætningur ið varð stovnaður í 1870'unum av Charles Taze Russell. Nú á døgum byrjaðu Jehova Vitni í 1870’unum. Í fyrstuni vórðu tey nevnd Bíbliustudentarnir. Men í 1931 tóku tey við tí bíbilska navninum Jehova Vitni. Samskipanin, sum byrjaði í smáum, er nú vaksin so mikið, at 7 659 019 vitni íðin boða í meira enn 236 londum.
Tær flestu samkomurnar hjá Jehova Vitnum hava møti tríggjar ferðir um vikuna. Frálæran er grundað á Bíbliuna. Møtini byrja og enda við bøn, og á flestu møtunum er eisini "andaligur lovsongur". Atgongdin er ókeypis, og eingin innsavning fer fram. Tær flestu samkomurnar halda møtini í einum ríkissali. Talan er vanliga um einfaldar bygningar, sum sjálvboðin vitni hava reist. Tú finnur hvørki halgimyndir, krossar ella annað slíkt í ríkissalinum. Útreiðslurnar verða goldnar við sjálvbodnum gávum.
Í øllum samkomum eru elstar ella umsjónarmenn, sum stíla fyri undirvísingini í samkomuni. Teir hava samkomutænarar at hjálpa sær. Hesir menninir eru ikki hevjaðir yvir hini í samkomuni. Teir verða ikki nevndir við serligum heitum. Teir eru ikki øðrvísi ílatnir enn onnur. Og teir fáa ikki løn fyri sítt arbeiði. Hinir elstu taka sær viliga og við gleði av andaliga tørvinum í samkomuni. Teir kunnu ugga og hjálpa í truplum tíðum. Jehova Vitni halda eisini á hvørjum ári størri og minni stevnur. Tá savnast fleiri samkomur um eina serliga skrá við undirvísing úr Bíbliuni. Á øllum stevnunum er dópur av nýggjum lærisveinum fastur táttur á skránni.
Alheims høvuðsskrivstovan hjá Jehova Vitnum er í New York í USA. Har situr Stýrandi Ráðið, ein bólkur av royndum elstum, sum leiðir ta heimsumfatandi samkomuna. Annars eru eisini meira enn 100 deildarskrivstovur kring heimin. Á teimum arbeiða sjálvboðin við at framleiða og senda bíbilskan lesnað. Boðanararbeiðið á staðnum verður eisini skipað haðani.
[rætta] Keldur
[rætta] Útvortis ávísingar