Kaj Leo Johannesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kaj Leo Holm Johannesen
KajLeoJohannesen2008.jpg
Løgmaður nr. 38
Løgmaður frá 2008 -
Loysti av Jóannes Eidesgaard
Føddur/Fødd 28. august 1964
Tórshavn
Flokkur Sambandsflokkurin

Kaj Leo Johannesen ella Kaj Leo Holm Johannesen, sum hansara fulla navn er, (føddur 28. august 1964 í Tórshavn) er síðani 26. september 2008 Føroya løgmaður.

Kaj Leo Johannesen er útbúgvin sum skipsførari og var sameigari av Farex, ið fekst við fiskaútflutning.

Kaj Leo var frá 1997-2000 býráðslimur í Tórshavnar Býráð og hevur síðani 2002 verið løgtingsmaður. Hann varð valdur til landstýrismann fyri uttanríkismál í 2004, tá hann eisini gjørdist floksformaður.

26. september 2008 bleiv Kaj Leo Johannesen valdur sum løgmaður fyri ta nýggju ABC-samgonguna. Hann leggur millum annað dent á at knýta Føroyar tættari at ES.

Innihaldsyvirlit

Fótbólts og hondbólts leikari[rætta]

Kaj Leo Holm Johannesen er fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti. Hann leikti 4 dystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991-92 [1] og so var hann eyka málmaður fyri føroyska A-landsliðið meir enn 20 ferðir í árunum 1988-1994. Kaj Leo var annars HB leikari, hann er ein av mest leikandi HB leikarunum. Hann vann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir við HB, tað var árini 1988, 1990 og 1998. Bæði á landsliðnum og á HB liðnum spældi Kaj Leo sum málmaður. Hann hevur ikki heilt slept fótbóltinum enn, men spælir fótbólt við Oldboys hjá HB av og á. Í 2010 vann hann gull við oldboys liðnum hjá HB, tá teir vunnu finaludystirnir Inni í Dal á Sandoynni 25. september 2010.[2] Kaj Leo Johannesen hevur eisini spælt hondbólt. Hann leikti við Kyndli, sum er hondbóltsfelag úr Havn. Hann leikti 163 dystir og skoraði 625 mál.[3]

Familja[rætta]

Kaj Leo er giftur við Jórun, og búgva tey saman við synunum Heina (føddur í 2000), Jákupi (føddur í 2001) og Jónasi (føddur í 2006) á Teigi í vesturbýnum í Havn.

Í uppvøkstri hansara búleikaðist familjan í bæði vestur- og eysturbýnum. Soleiðis búði Kaj Leo fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og síðani tey næstu 14 í Tjarnarlág.

Kaj Leo er einsamallur drongur í einum systkinaflokki upp á fimm, ið eisini telur systrarnar Liss, Marin, Jákubinu og Oddvør.

Keldur[rætta]

  1. National-football-teams.com
  2. B71-sandoy.com
  3. Kyndil.fo, Hesi hava leikt yvir 100 dystir fyri Kyndil

Útvortis ávísingar[rætta]

  • Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 304 (PDF-Download)