Kaj Leo Johannesen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
![]() |
|
| Løgmaður nr. | 38 |
|---|---|
| Løgmaður frá | 2008 - |
| Loysti av | Jóannes Eidesgaard |
| Føddur | 28. august 1964 Tórshavn |
| Flokkur | Sambandsflokkurin |
Kaj Leo Johannesen ella Kaj Leo Holm Johannesen, sum hansara fulla navn er, (føddur 28. august 1964 í Tórshavn) er síðani 26. september 2008 Føroya løgmaður.
Kaj Leo Johannesen er útbúgvin sum skipsførari og var sameigari av Farex, ið fekst við fiskaútflutning.
Kaj Leo var frá 1997-2000 býráðslimur í Tórshavnar Býráð og hevur síðani 2002 verið løgtingsmaður. Hann varð valdur til landstýrismann fyri uttanríkismál í 2004, tá hann eisini gjørdist floksformaður.
26. september 2008 bleiv Kaj Leo Johannesen valdur sum løgmaður fyri ta nýggju ABC-samgonguna. Hann leggur millum annað dent á at knýta Føroyar tættari at ES.
Kaj Leo er giftur við Jórun, og búgva tey saman við synunum Heina (føddur í 2000), Jákupi (føddur í 2001) og Jónasi (føddur í 2006) á Teigi í vesturbýnum í Havn.
Í uppvøkstri hansara búleikaðist familjan í bæði vestur- og eysturbýnum. Soleiðis búði Kaj Leo fyrstu 12 árini í Brøttulíð, og síðani tey næstu 14 í Tjarnarlág.
Kaj Leo er einsamallur drongur í einum systkinaflokki upp á fimm, ið eisini telur systrarnar Liss, Marin, Jákubinu og Oddvør.
