Fríðrikur Petersen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fríðrikur Petersen (* 22. apríl 1853 í Saltnesi - † 26. apríl 1917 í Frederiksberg) var próstur við bústaði á Nesi, yrkjari, yvirsetari og politikari.
Hann var studentur í 1875, prógv í filosofikum í 1876 og gudfrøðisprógv (cand. theol.) í 1880.
Hann yrkti nógvar sangir, m.a. fyrsta føroyska tjóðsangin "Eg oyggjar veit" og "Gleðilig jól". Hann var mammubeiggi Hans Jacob Højgaard tónaskald.
Innihaldsyvirlit |
Sanghøvundur [rætta]
- O móðurmál, stórt er títt fall (heiti: Føroyska málið) (1877)
- Vísa um Føroyar (Eg oyggjar veit) (1877)
- Hvat kann røra hjartastreingir (heiti: Føroyska málið) (1878)
- Gevið Brøður (1878)
- Bróður skál (1879)
- Gleðilig Jól (heiti: Jólasálmur) (1891)
- Tíðin rennur sum streymur í á (gamlaárskvøld 1891)
- Deyði, hvar er nú broddur tín (1900)
- Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær
Politikkur [rætta]
Fríðrikur Petersen var løgtingslimur 1890-1891 og 1893-1917. Hann umboðaði Sambandsflokkin á tingi frá at flokkurin var stovnaður í 1906 fram til 1917. Somuleiðis var hann formaður floksins 1906-1917. Hann var Landstingslimur 1894-1902, 1906-1914 og 1915-1917.[1]
Bókmentir [rætta]
- Edward Mitens: Fríðrikur Petersen 1853-1953, Minnisútgáva, Tórshavn 1953
