Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. okt 1963 í/á Klaksvík
Starv politikari, politistur
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
Commons Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna.

Lívsleið í politikki[rætta | rætta wikitekst]

Hon hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráð síðan 2009. Á løgtingsvalinum 2011 varð hon vald inn á Føroya Løgting við 344 atkvøðum. Hon er forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd og limur í Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Løgtingsnevndir 2011-15[rætta | rætta wikitekst]

Nevndir í Klaksvíkar býráð[rætta | rætta wikitekst]

  • Forkvinna í Sosialu nevnd
  • 2. formaður í Teknisku nevnd
  • Limur í Mentanarnevndini
  • Limur í Byggi- og býarskipanarnevndini

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Elsebeth er dóttur Ellinor Mariu og Gunnleyð Jakobsen. Hon er gift Finni Hansen, tey eiga børnini Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathildu Mercedis Finnsdóttir Hansen.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "logting.fo". http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=101. Heintað 2014-05-27.