Løgmaður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita

Løgmaður er fremsti ráðharri í Føroyum. Løgmaður setir landsstýrismenn í starv og loysir teir úr starvi. Løgmaður hevur ábyrgdina fyri at starv landsstýrisins verður umsitið "á lógligan og fullgóðan hátt".

Løgmansembætið er broytt nógv gjøgnum tíðirnar. Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi ólavsøkudag 1996, fingu vit ráðharraábyrgd. Áðrenn var landsstýrið ein nevnd, har løgmaður var formaður, og eingin stóð við evstu ábyrgd. Áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816, var løgmaður løgtingsformaður og løgsøgumaður.

Okkara løgmaður í dag er Kaj Leo Holm Johannesen (B), sum bleiv løgmaður 26. septembur 2008.

[rætta] Hygg eisini at

[rætta] Útvortis slóðir

Skoðanir