Løgting

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tingsalurin innan um aldarskiftið.

Løgtingið er hægsti politiski myndugleiki í Føroyum. Løgtingið viðtekur lógir um, hvussu samfelagsviðurskiftini í Føroyum skulu verða skipað. Á løgtingi sita fólk, ið vald eru av øllum teimum, sum hava valrætt í Føroyum, og sum hava verið á vali. Vanliga er val til løgtingið fjórða hvørt ár. Eitt valskeið er fýra ár. Tað merkir, at løgtingslimur er valdur fyri fýra ár í senn. Men tó kunnu løgtingið og løgmaður samtykkja, at val kann verða, áðrenn eitt fýra ára valskeið er runnið. Føroya løgting hevur røtur heilt aftur til landnámstíð umleið 825 og er nú við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við heimastýrislógini 1948, sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Upprunaliga var tingið eitt alting, sum bæði hevði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk. Eftir at Føroyar umleið 1035 gjørdust norskt skattland, minkaði vald altingsins. Altingið verður í 1300-1400 talinum til eitt løgting, hvørs høvuðsuppgáva er at vera dómsvald. Løgmaður, sum tingformaðurin nevndist, verður nú tilnevndur av kongi, og løgrættumenn, sum tingmenn nevndust, verða tilnevndir av kongsins umboðsmanni í Føroyum. Um 1380 koma Føroyar saman við Noregi undir Danmark, men oyggjarnar hava tó eina serstøðu sum gamalt norskt land. Hóast hesa gongd varðveitti Føroya løgting ávirkan á lóggávu, og landsins stýri fram til tíðarskeiðið við einaveldi, sum byrjar frá umleið 1660, tá myndugleiki løgtingsins av álvara tók at vikna. Henda gongd endaði við, at aldagamla Løgtingið varð avtikið við kongligari fyriskipan í 1816, samstundis sum dómsvald Løgtingsins var lagt til aðrar stovnar eitt nú Føroya rætt.

Tá ið Danmark 1849 fekk frælsa grundlóg, komu Føroyar undir hesa lóg, og gjørdi hon sostatt enda á tí serstøðu, Føroyar høvdu havt fyrst í norska ríkinum og seinni í danska. Við grundlógini gjørdust Føroyar formliga ein partur av danska ríkinum. Í Føroyum vóru mong, sum vildu hava Løgtingið endurreist, eitt nú fyri at amtmaðurin ikki einsamallur skuldi ráðgeva donskum myndugleikum við lóggávu fyri Føroyar. Tann, ið stríddist sum mest fyri hesum og sum heild fyri at vinna føroyingum frælsari politiskar ræsur, var Niels Winther

Føroya løgting 150 ár. Frímerki frá 2002

Tann 26. mars 1852 kom ríkisdagslógin um, at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Men hóast endurreista løgtingið hevði lítlan politiskan myndugleika, so fekk tað sum frá leið týdning bæði sum umboðan mótvegis stjórnini og sum eitt forum, har politiskt áhugaðir føroyingar kundu vinna sær politiskar royndir. Endurstovnaða løgtingið helt eftir fornum siði sín fyrsta tingfund ólavsøkudag 1852, eftir at tingmenn frammanundan høvdu verið til gudstænastu í Havnar kirkju.

Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í 1923 varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í 1935 fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir seinna heimsbardaga virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði 1945, var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin 1. apríl 1948. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá 1995 var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.

At skipa løgtingið[rætta | rætta wikitekst]

Arbeiðið hjá Løgtinginum er at gera lógir. Fjórða hvørt ár verður løgtingsval, Til 2007 sótu millum 27 og 32 umboð á Løgtingi, men við broytingini til 1 valdømi í 2008 er tingmannatalið fast 33. Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar. Oftani eru fleiri flokkar noydd at semjast og ganga saman at føra ein politikk, tí sjáldan fær ein einstakur flokkur meirilutan í valinum. Tá ið fleiri flokkar semjast um ein politikk, eitur tað ein samgonga.

Løgtingið er gjørt av nevndum og formansskapi, og í Føroyum eru 7 fastar nevndir: Fíggjarnevndin, Uttanlandsnevndin, Landsstýrismálanevndin, Vinnunevndin, Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og Rættarnevndin. Hesi nevndini skulu veita og geva Landsstýrið og Løgtingið tilmæli í málum. Í Løgtinginum eru 45 fastir nevndarsessir, so tað merkir, at tá bert 32 løgtingslimir eru, kemur onkur at sita í minst tveimum nevndum. Møguligt er at skipa fleiri nevndir, sum geva tilmæli í ávísum málum, um tað er neyðugt. Tó mugu hesar nevndini bert sita til teirra mál er liðugt, og ikki longri enn til tingsetan endar. Allir borgarar kunnu koma við hugskot til ein nýggj løgtingslóg, men bert løgmenn, landsstýrismenn ella løgtingslimur kunnu leggja lógaruppskot á tingið. Hvørt lógaruppskot skal hava tríggjar viðgerðir, og soleiðis verða lógini viðgjørd á Løgtinginum:

  1. Viðgerð: Har verður tosað um málið, og málið verður sent í ein hóskandi nevnd til viðgerð.
  2. Viðgerð: Um broytingaruppskot eru, verða tey viðgjørt í tinginum. 2. Viðgerð endar við atkvøðugreiðslu.
  3. Viðgerð: Hetta er tann endaliga viðgerðin. Eitt politiskt orðaskifti verður, og lógaruppskotið verður samtykt um meirilutin eru fyri.

Tá ið lógir verða gjørdar, syrgir Landsstýrið fyri, at lógirnar verða útinnað og at lógirnar rigga í gerð. Løgmaður tilnevnir landsstýrismenninar, og hevur eftirlit við arbeiðinum hjá Landsstýrinum.

Hóast Løgtingið hevur valdið, syrgja fakfeløg fyri so góðum korum fyri teirra limir sum møguligt. Tað er í málum sum løn, arbeiðsumstøður, eftirløn o.s.fr. Um lógir skulu gerast, og lógirnar ávirka økini hjá limirnir, kunnu fakfeløg ummæla lógini og hjálpa til við at smíða lógaruppskotið áðrenn tað verður lagt fyri tingið. Á tann háttin kann man siga, at fakfeløg eru við til at ávirka politiskar avgerðir. Eisini sæst áhugabólkar og áhugafeløg sum eisini ávirka politiskar avgerðir og fylgja væl við í politikki. Ein ‘lobbyist’ er ein ið er við í ein áhugabólk, og royna at ávirka politikarar ella koma við hugskot.

Floksbýtið á løgtingi 2004 - 2008[rætta | rætta wikitekst]

Á løgtingsvalinum 20. januar 2004 vóru 31.788 fólk á vali, hetta er ein valluttøka uppá 92,3%.

* * * * * * * *
* * * * * * * *
* * * * * * * *
* * * * * * * *
* Fólkaflokkurin: 7 (20,6%)
* Sambandsflokkurin: 7 (23,7%)
* Javnaðarflokkurin: 7 (21,8%)
* Sjálvstýrisflokkurin: 1 (4,6%)
* Tjóðveldisflokkurin: 8 (21,7%)
* Miðflokkurin: 2 (5,2%)
Hin Stuttligi Flokkurin: 0 (2,4%)

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

Nevnd Limir Formaður Flokkur Næstformaður Flokkur
Fíggjarnevndin 7 Bárður Nielsen SB Kristina Háfoss T
Rættarnevndin 7 Elsebeth M. Gunnleygsdóttur FF Kristin Michelsen JF
Landsstýrismálanevndin 3 Sirið Stenberg T Joen Magnus Rasmussen FF
Mentanarnevndin 7 Bjarni Djurholm FF Gunvør Balle T
Vinnunevnd 7 Alfred Olsen SB Bjørt Samuelsen T
Uttanlandsnevndin 7 Jacob Vestergaard FF Høgni Hoydal T
Trivnaðarnevndin 7 Rósa Samuelsen SB Rigmor Dam JF

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Thorsteinsson, Arne: Ráðstova-gildisskáli-tinghús. Í: Mondul, nr. 3, 1978.
  • Petur Ove Petersen, Tú og samfelagið 1 (1996).

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið