Niels Christopher Winther
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Niels Winther)
| Niels Christopher Winther | |
|---|---|
| Føddur | 2. juli, 1822 Tórshavn, Føroyar |
| Doyði | 24. februar, 1892 Hjørring, Danmark |
| Útbúgving | Løgfrøðingur, exam. jur. |
| Yrki | Sakførari |
Niels Christopher Winther (2. juli 1822 - 24. februar 1892) arbeiddi sum sakførari í Havn og í Hjørring til 1868.
Fyrsta avísin í Føroyum
Hann gav fyrsta blað út í Føroyum, Færingetidende, sum tó bert kom út 9 ferðir í tíðarskeiðnum 13. mai 1852 til 27. juli sama ár.
Hann var sat á løgtingi frá 1852 til 1857 og var valdur fyrst í Eysturoyar valdømi og síðani í Norðstreymoyar. Harafturat sat hann á fólkatingi frá 1851 til 1857.