Vestmanna
|
||
| Postnummar | FO 350 | |
| Kommuna | Vestmanna kommuna | |
| Markatal | 56 | |
| Íbúgvar (2010) | 1 192 | |
Vestmanna er ein bygd í Føroyum, sum liggur á vestursíðuni av Streymoynni. Vestmanna er eisini ein kommuna. Alt sambandið millum Vágar, og floghavnina í Vágum, og restina av Føroyum, gongur um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum Streymoynna og Vágarnar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað.
Í fólkaskúlanum ganga 228 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað). Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar, í løtuni er næmingatalið 35.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Búskapur
Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki, skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá SEV. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna.
[rætta] Áhugaverd støð
Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur og var hesin, sum er bygdur í 1950, tann fyrsti innilokaði svimjihylurin í Føroyum. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð.
[rætta] Ferðavinna
Seinastu árini hevur Vestmanna ment seg nógv sum ferðavinnubýur. Vestmannabjørgini eru væl vitjað ferðavinnumál hvørt summar. Kamping er omanfyri bygdina og møguleiki fyri at fiska har eru eisini til staðar. Einasta savn í Føroyum við voks dukkum, Søgusavnið í Vestmanna, er at finna í Vestmanna. Savnið lat upp í 2009.[1]
[rætta] Ítróttur
VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag sum fevnir um ítróttargreinarnar hondbólt, badminton og kappróður. Ein av kappróðrarbátunum er Vestmenningur, sum er 10-mannafar.[2]
