Vágar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Vágar
Position of Vagar on Faroe map.png
Landalæra
Vídd 175,4 km²
Vatn 2,7 %
Umsiting
Land Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 2.890 (2005)
Íbúgvatættleiki 15.7 /km²

Vágar er oyggj í Føroyum millum Mykines og Streymoy. Vágar er við sínum umleið 178km2 tristørsta oyggj í Føroyum, og her búgva umleið 3 túsund fólk. Vágar hevur vegasamband við meginøkið gjøgnum Vágatunnlinum, sum var fyrsti undirsjóartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllur í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni/Sørvágsvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór nátturupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum. Størsti hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur.

Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu og kaféteria.

Serstakt fyri Vágar er einasti flogvøllur í landinum. Hóast oyggin ikki hevur nógv smá vøtn, so eru tey tvey størstu vøtnini, Fjallavatn og Leitisvatn her. Í 2003 fekk oyggin fast samband um undirsjóvartunnil til Streymoynna.

[rætta] Bygdir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Skoðanir