Borðoy
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Borðoy | |
|---|---|
| Landalæra | |
| Vídd | 95,0 km² |
| Vatn | 0,1 % |
| Umsiting | |
| Land | |
| Íbúgvalæra | |
| Fólkatal | 4.997 (2002) |
| Íbúgvatættleiki | 52,4 /km² |
Borðoy liggur mitt í Norðoyggjum. Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin Klaksvík, sum við sínum 4 600 fólkum hevur 80 % av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum.
Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í Klaksvík. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk Klaksvíkin nýggja stásiliga kirkju, sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin.
[rætta] Bygdir
Ánir, Árnafjørður, Depil, Klaksvík, Múli, Norðdepil, Norðoyri, Norðtoftir, Skálatoftir, Strond
|
|
|
|---|---|
| Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy |