Miðvágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Miðvágur
Ortsschild-kl.png
Miðvágur á Føroyakortinum.
Postnummar FO 370
Kommuna Miðvágs kommuna
Markatal 48
Íbúgvar (2005) 1 032

Miðvágur er ein bygd í Vágoynni. Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðina, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.032 íbúgvum (í 2005). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður. Høvuðsvinnan her er fiskaídnaður, men eisini er nakað av aðrari vinnu her.

Miðvágur er søgulig bygd. Her búði prestakonan Beinta, sum er kend ikki bara fyri dygdir. Tí fekk hon eyknevnið "Illa Beinta". Tað er søgan um hana, ið Jørgen Frantz Jacobsen nýtir í skaldsøgu síni "Barbara". Í 1997 var filmur gjørdur eftir hesi skaldsøgu. Náðinsgarðurin Kálvalíð oman fyri bygdina eru elstu húsini í bygdini og kanska eisini í landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn. Frá Miðvági kanst tú í góðum veðri síggja oyggjarnar sunnanfyri.

Komin inn í bygdina er møguleiki at fara niðan í Kálvalíð. Við Kirkjar liggur Jansagerð, tann gamli prestagarðurin. Hesi bæði húsini eru kend fyri søguna um Barbaru. Koyrir tú oman á Vatn, so sært tú kirkjugarðin hjá miðvingum til vinstru handar. Har liggur eisini tann bretski kirkjugarðurin. Har liggja allir teir hermenn grivnir, ið lótu lív í Føroyum undir øðrum heimsbardaga.

Nógvir túrar kunnu gerast higani úr bygdini. Gongutúrar frá Jansagerði, framvið Beitinum, heimið hjá Mikkjal á Ryggi, og niðan í Kálvalíð. Men er Hýsisáin lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi niður í klettin har í ánni. Eisini ber til at fara ein túr út á Bøsdalafoss á rossabaki.

[rætta] Slóðir úteftir


Skoðanir