Mykineshólmur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mykineshólmur er ein hólmi í Føroyum. Vestasti endin av Mykinesi er ein stakur hólmi, sum er skildur frá oynni av einari smalari og brattari gjógv. Í bjørgunum á Mykineshólmi og á klettum og skerum rundan um, finst einasta súlubøli í landinum. Sagt verður um súluna, at um ein sær hana setast á einari av hinum oyggjunum, so er tað tí at hon er feig. Súlan kemur til hólmin uml. 25. januar og heldur til har til ungfuglurin er floygdur, uml. tann 11. november. Fyrra partin av vetrinum er súlan burturi.
í 1909 varð viti reistur á vestasta og hægsta partinum av Mykineshólmi. Arbeiði at byggja vitan var trupult, av tí at alt byggitilfar mátti heysast upp á slætt. Í sama umfari varð ein heingibrúgv gjørd millum hólmin og sjálva oynna. Vitin á mykineshólmi lýsur frá einum 14 metra høgum málmtorni, bygt á bera hellu, uml. 113 metur yvir havinum.