Súla

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Súla
Sula.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Pelecaniformes
Familja: Sulidae
Ætt: Morus
Slag: M. bassanus

Súla (frøðiheiti - Morus bassanus) er sjófuglur, sum heldur seg úti á víðum havi, tá hon ikki er á landi. Hon leitar til klettaoyggjar í Norðuratlantshavi til at verpa. Ungin hjá súlu verður nevndur ompul.

Størsta súluvarp í heiminum sigst vera á Eldey í Íslandi, men eisini eru stór súluvørp á Súlnaskeri við Vestmannaoyggjarnar og á oyggjunum St. Kilda við Skotland og Bonaventure oynni við Kanada.

Í Føroyum tekur súlan land á pálsmessu, 25. januar og fer í bergið á leypársmessu, 24. februar. 2. oktober fer hon aftur frá landi.

[rætta] Sí eisini

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál