Tindhólmur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Tindhólmur.

Tindhólmur er ein hólmi í Føroyum. Tindhólmur er ein av oyggjunum í Føroyum mong hava sæð, men fá vitja. Kemur ella ferð ein við flogfari, er tað ofta, at man flýgur frammvið Tindhólmið. Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini , hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygdi, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.

Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var óv seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búðsett seg har.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Skoðanir