Sørvágsvatn
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Uppskot er sett fram um at hendan greinin verður flætta saman við Leitisvatn. (Kjak) |
Sørvágsvatn, verður í Vágum eisini nevnt Vatnið og í nýggjari tíð Leitisvatn, liggur í Vágum og er størsta vatn í Føroyum, 3,4 km2 til víddar. Sørvágsvatn liggur millum bygdirnar Sørvág, Miðvág og Vatnsoyrar. Vatnið liggur í einum av náttúruvakrastu økjum í landinum. Vanligt hevur verið at fiska síl í vatninum. Undir krígnum varð vatnið sjóflogbreyt hjá enskum flogførum, og flúgvarabedingin, sum nú er tilhald hjá húsvagnum, ber enn boð um hetta.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Slóðir
- Lakeside.fo (Útferð við bátinum á vatni.)