Framsókn
Framsókn er ein liberalur tjóðskaparsinnaður politiskur flokkur í Føroyum. Flokkurin varð stovnaður 9. mars 2011.[1] Hin 6. apríl 2011 vóru 2.300 undirskriftir handaðar løgmanni Kaj Leo Johannesen, sum tá eisini var innlendismálaráðharri.[2] Stigtakarar til Framsókn vóru Poul Michelsen og Hanna Jensen. Poul Michelsen hevði tá verið leysgangari á Føroya Løgtingi í eina tíð, eftir at hann tók seg úr Fólkaflokkinum hin 11. oktober 2010.[3]
Innihaldsyvirlit |
Løgtingsfólk [rætta]
Framsókn stillaði upp til Løgtingsval fyri fyrstu ferð 29. oktober 2011. Tað eydnaðist flokkinum at fáa tvey umboð vald á Føroya Løgting. Poul Michelsen fekk 581 atkvøður, meðan Janus Rein fekk 250 atkvøður. Næstur teimum vóru Hanna Jensen við 210, Tróndur Djurhuus við 169 og Sámal Petur í Grund við 111 atkvøðum.[4] Sostatt vóru tveir mans valdir:
Formenn [rætta]
Stovnarar [rætta]
Hesi stovnaðu flokkin
- Eyðna L. Hansen
- Eli Christiansen
- Finn Jensen
- Hanna Jensen
- Hans Anfinnson Norðfoss
- Harriet Davidsen
- Janus Rein
- Óluvá Waagstein
- Poul Clementsen
- Poul Michelsen
- Sissal Kjartansdóttir Kristiansen[5]
Floksnevnd [rætta]
- Poul Michelsen, formaður
- Hanna Jensen, næstforkvinna
- Janus Rein, nevndarlimur
Tiltakslimir [rætta]
- Finn Jensen
- Óluvá Waagstein
- Jákup Sverri Kass
Keldur [rætta]
- ↑ Aktuelt.fo
- ↑ 24.fo
- ↑ Kringvarp.fo, Løgmaður fingið 2300 undirskriftir frá Framsókn
- ↑ Kringvarp.fo
- ↑ Framsokn.fo
Slóðir [rætta]
Fólkaflokkurin · Framsókn · Javnaðarflokkur · Miðflokkurin · Sambandsflokkurin · Sjálvstýrisflokkurin · Tjóðveldi