Anfinn Kallsberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Anfinn Kallsberg
Anfinn kallsberg.jpg
Løgmaður frá 19982004
Loysti av Edmund Joensen
Eftirmaður Jóannes Eidesgaard
Føddur/Fødd 19. november 1947
Viðareiði
Flokkur Fólkaflokkurin

Anfinn Kallsberg (19. november 1947) var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólkatinginum frá 2005 til 2007. Anfinn er útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hevur starvast sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt hevur hann starvast hjá J.F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974.[1] Anfinn Kalsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar 2011, tá Fólkaflokkurin avgørdi at gera ymiskar umrokeringar í flokkinum. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið. Annfinn hevði tá verið virkin í føroyskum politikki á Føroya Løgtingi í 30 ár.[2]

Løgtingslimur, landsstýrismaður, løgmaður, nevndarsessir og onnur álitisstørv[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FT.dk
  2. Nordlysid.fo, Anfinn sigur farvæl eftir 30 ár sum løgtingslimur
  3. Logting.fo

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]