Jóannes Patursson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jóannes Patursson
Jóannes Patursson.jpg
Føddur 6. mai 1866
Kirkjubø, Føroyum
Deyður 2. august 1946
Yrki Kongsbóndi
Útbúgving Búnaðarfrøðingur
Flokkur Sjálvstýrisflokkurin 1906–1936
Vinnuflokkurin 1938–1940
Fólkaflokkurin 1940–1946
Álitisstørv
1901–1946 Løgtingsmaður
1901–1906 Fólkatingsmaður
1918–1920 Landstingsmaður
1928–1936 Landstingsmaður
Jóannes Patursson

Jóannes Patursson (føddur 6. mai 1866 í Kirkjubø, deyður 2. august 1946) vanliga nevndur Bóndin, búði í Kirkjubø, har hann eisini festi størsta kongsgarðin í Føroyum. Foreldrini vóru Elin f. Dalsgarð av Velbastað og Páll Patursson úr Kirkjubø. Jóannes giftist við Guðny Eiriksdóttur úr Karlsskála í Íslandi.

Jóannes fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving. Hann hevði stórar ætlanir um landbúnað í Føroyum. Í 1884 kom hann heimaftur og hitti á vegnum ein komandi føroyskan tjóðskaparmann Rasmus Christoffer Effersøe, sum hann fór at samstarva nógv við í framtíðini.

Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar og hetta bleiv í 1888 til veruligt kjak. Og jóladag 1888 var Jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt var, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta førdi til stovnanina av Føringafelagi í 1889.

Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var

  1. at fáa Føroya mál til æru, og
  2. at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir.

Hann sat í løgtinginum restina av lívinum. Her býttust føroyskir tinglimir í liberalar, sum Jóannes hoyrdi til, og konservativar. Í 1906 var Sambandsflokkurin formliga stovnaður, og grundarlagið undir føroysku flokkskipanini skapt.

Jóannes sat í danska fólkatinginum 1901-1906 og í danska landstinginum 1918-1920 og 1928-1936. 1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946.

1906-1940 var Jóannes í Sjálvstýrisflokkinum. Men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Saman við Vinnuflokkinum stovnaði hann Hin føroyska fólkaflokkin (radikalt sjálvstýri). Hetta samsvaraði væl við broytta lyndi hansara. Í byrjanini var Jóannes hóvligur sjálvstýrismaður, men til endans var hann víðgongdur loysingarmaður.

Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða um ríkisrættarstøðu Føroya, og ein meiriluti av fólkinum valdi loysing. Men av tí, at Jóannes doyði 2. august, slapp hann ikki at síggja tað henda.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Løgting 150 - Hátíðarrit 2, Løgtingið, Tórshavn 2002, s. 334.
  • Jóannes Patursson, eftir Hans Jacob Debes, Forlagið Søgumál, 1991.