Viðareiði
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
| Postnummar | FO 740 | |
| Kommuna | Viðareiðis kommuna | |
| Markatal | 48 | |
| Íbúgvar (2005) | 342 | |
Viðareiði er norðasta bygd í Føroyum og liggur á Viðoynni. Tað er vøkur bygd við nógvum býlingum. Býlingurin Við Garð á Viðareiði er norðasti býlingur í Føroyum, hann er tætt uppi undir Villingadalsfjalli. Hinir býlingarnir eru spjaddir á tí slætta eiðinum, sum er millum Malinsfjall og Villingadalsfjall. Tvær lendingar eru, ein vestanfyri á Helluni og ein eystanfyri við eina vík, sum eitur Eiðsvík, báðar eru brimstøðir, men okkurt um tveir fjórðingar sunnan fyri bygdina er triðja lendingin, undir Leiti, har er altíð lendandi.
Á Viðareiði síggjast allar seks Norðoyggjar.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
[rætta] Bøkur
- Christian Matras: Av Viðareiði : fólk í huganum / myndir: Fridtjof Joensen. - Tórsh. : Egið prent, 1975. - 14 s.
