Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen I

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fyrra stjórnin hjá Kaj Leo Holm Johannesen var Føroya Landsstýri frá 26. september 2008 til 14. november 2011. Talan var um eina samgongu millum Sambandsflokkin (við Kaj Leo Johannesen sum løgmanni), Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin eftir Løgtingsvalið 2008. Hin 6. apríl 2011 tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni eftir ósemju om búskaparliga politikkin, og Føroyar fekk fyri fyrstu ferð eina minnilustjórn.

Hin 4. mai 2011 varð landsstýrið umskipað, soleiðis at løgmaður fekk ábyrgdina fyri uttanríkismál, vinnumálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri fiskivinnumál, heilsumálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri innanríkismál (undantikið kommunumál), og mentamálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri kommunumálum.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Kaj Leo Johannesen SB 26. september 2008 14. november 2011
Varaløgmaður Aksel V. Johannesen JF 6. apríl 2011 14. november 2011
Jacob Vestergaard FF 19. januar 2011 6. apríl 2011
Jørgen Niclasen FF 26. september 2008 19. januar 2011
Aðalráð Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Uttanríkisráðið Jacob Vestergaard FF 19. januar 2011 6. apríl‎ 2011
Jørgen Niclasen FF 26. september 2008 19. januar 2011
Fíggjarmálaráðið Aksel V. Johannesen JF 21. februar 2011 14. november 2011
Jóannes Eidesgaard JF 26. september 2008 21. februar 2011
Heilsumálaráðið John Johannessen JF 21. februar 2011 14. november 2011
Aksel V. Johannesen JF 16. juli 2009 21. februar 2011
Hans Pauli Strøm JF 26. september 2008 13. juli 2009
Mentamálaráðið Helena Dam á Neystabø JF 26. september 2008 14. november 2011
Vinnumálaráðið Johan Dahl SB 26. september 2008 14. november 2011
Fiskimálaráðið Johan Dahl SB 4. mai 2011 14. november 2011
Jacob Vestergaard FF 26. september 2008 6. apríl‎ 2011
Almannamálaráðið Rósa Samuelsen SB 26. september 2008 14. november 2011
Innlendismálaráðið John Johannessen JF 4. mai 2011 14. november 2011
Annika Olsen FF 26. september 2008 6. apríl‎ 2011

Keldur[rætta | rætta wikitekst]