Sirið Stenberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sirið Stenberg setti Jóansøkuna 2012.

Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) úr Vági er føroyskur politikari. Hon varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum heilsusystir í Suðuroynni.

Innihaldsyvirlit

Álitisstørv [rætta]

  • Løgtingslimur 2011 -
  • Býráðslimur 2009 -
  • Limur í Føðiskipanarnevnd fyri Føroyar 2008-2011
  • Varalimur í Høvuðsbarnaverndarnevndini fyri Føroyar 2006-2008
  • Leiðari á Heilsuskúla Føroya eitt tíðarskeið 2006-2008[1]

Nevndarsessir í Løgtinginum 2011 - 2015 [rætta]

Nevndarsessir í Vágs Býráð [rætta]

  • Forkvinna í Mentanarnevndini
  • Limur í Sosialu nevnd[2]

Nevndarsessir í øðrum ikki kommunalum nevndum, har Vágs Býráð hevur umboð [rætta]

  • Sjálvognarstovnurin Eldrasambýlið í Vági
  • Ferðslunevndin
  • Felagið Stóra Pakkhús
  • Bygginevndin fyri Ellis- og Røktarheimið

Frítíðarítriv [rætta]

Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi.[3] Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági.

Privat [rætta]

Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg.

Keldur [rætta]

  1. Logting.fo
  2. Vagur.fo
  3. Ljomur.com, Nevndin