Jenis av Rana
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jenis Kristian av Rana (føddur 7. januar 1953 í Trongisvági) er føroyskur lækni og politikari fyri Miðflokkin. Læknaprógv frá 1983 og kommunulækni í Tórshavn frá 1995. Løgtingsmaður fyri Miðflokkin frá 1994, og býráðslimur í Tórshavn 1993–1996. Hann var limur í Marknaðarnevnd og Arbeiðaramálanevnd Løgtings 1994–1998, og hevur verið limur í Uttanlandsnevnd Løgtings síðan 1998. Floksformaður 1994–1997 og frá 2001. Formaður í Hjálparlæknaráð Føroya 1989–1995, nevndarlimur í Læknafelag Føroya 1989–1995.
Útvortis ávísing [rætta]
| Commons: Category:Jenis av Rana – bilder, video eller lyd |