Ungarn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Magyar Köztársaság
Tjóðveldið Ungarn
Flagg Ungarn
(Flagg Ungarn)
Skjaldarmerki Ungarn
(Skjaldarmerki Ungarn)
Tjóðarslagorð: onki
Tjóðsangur: Himnusz
Alment mál Ungarskt
Høvuðsstaður Budapest
Forseti Tamás Sulyok
Forsætisráðharri Viktor Orbán
Fullveldi 1000
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
93 036 km²
0,74%
Íbúgvar
 - tilsamans 2024
 - tættleiki
 
9 580 000
103/km²
Gjaldoyra Forint (HUF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .hu
Telefonkota +36

Ungarn, fyrr Húnaland, (ungarskt: Magyarország) er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Ungarn mark við Eysturríki, í norðri við Slovakia, í eystri við Ukreina og Rumenia og í suðri við Serbia, Kroatia og Slovenia. Høvuðsstaðurin er Budapest. Kommunistarnir tóku ræðið eftir annan heimsbardaga, og teir bardu eirindaleyst niður ein uppreistur í 1956. Nú er fólkaræði.

Í 895 var ungarskt landnám. Í 10. øld taka ungarar við kristindóminum. Frá 1945 til 1989 var Ungarn kommunistiskt. 1. mai 2004 gjørdist Ungarn limur í ES.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Annar veraldarbardagi fór illa við Sovjetsamveldinum, tað misti ógvuliga nógv fólk, og allur vestari partur lá í sorli. Sovjetisku ríkisovastarnir vórðu altráðir eftir at fáa ræðið yvir Eysturevropa, tí at teir óttaðust fyri nýggjum álopum vestaneftir, og tí at ríkinum tørvaði at endurreisa ídnaðin. Við ávikavist politiskum trýsti og hermegi grundaðu teir fólkalýðveldi og settu fólk at stýra, sum tóku undir við sovjetiska stýrinum í Moskva. Í 1956 kravdu bæði Ungarn og Pólland sjálvræði. Í Póllandi eydnaðist at fáa tamarhald á viðurskiftunum við hernaðarhóttanum og lyftum um størri frælsi, men í Ungarn setti fólkið seg upp ímóti kommunismuni. 4. november 1956 tóku sovjetiskar herdeildir seg inn í Budapest og bardu uppreisturin niður við harðari hond. USA og NATO-londini fordømdu atgerðina, men løgdu ikki uppí.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Ungarn er ein fløta, alt sum tað er.

Meginparturin av Ungarn er stórur, fláur og fruktagóður slætti, nevndur puszta, men í vestara og norðara parti í landinum eru heyggjalendi og lág fjøll. Ungarn er syðsta landið í Miðevropa. Vestan fyri Donau ganga kortini høgir ryggir gjøgnum landið, men eystan fyri ánna er heilt slætt. Av tí landið er so slætt, renna áirnar ógvuliga makar og krókutar. Í móruni fram við áarbakkunum vaksa heilir skógir av sevi, og har er eitt útvalt tilhaldspláss hjá ymsum fuglasløgum. Tisza, sum kemur úr Karpatarfjøllunum, førir nógv vatn við sær um várarnar, tá ið kavin tiðnar har norðuri, og ikki var tað sjáldan, at hon leyp; nú hava teir gjørt byrgingar til at forða fyri hesum. Summastaðni hava teir eisini grivið gryvjur frá henni, so teir fáa veitt vatn á bøin um summarið. Landið er langt frá stórhøvunum, og summarið verður tí heitt og turt, men veturin kaldur. Fyrr var at kalla alt landið ein grasfløta - pusztain - men nú er fløtan undanvelt, og har er eitt tað besta kornlendið í Evropa. Eystasti parturin av fløtuni liggur kortini enn, sum hann lá, og har ganga stór neyta- og seyðafylgir. Vestast í landinum eru einstakir skógir, og nú eru teir farnir at seta nøgd av trøum niður í eystara parti eisini, mest fyri at hava tey sum skjólgarðar.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Ungarskur matur[rætta | rætta wikitekst]

Tjóðarrættur í Ungarn er gulasj, ein kendur grýturættur við neytakjøti og grønmeti, sum eisini verður sopin sum tjúkk súpan. Sterk, reyð piparfrukt, nevnd paprika, gevur rættinum sín sterka, eyðkenda smakk. Aðrar máltíðir, sum liggja leingi á, eru karpa í paprikasós, livurpostei lagt í deiggi og glóðsteikt kjøtsneis við paprika.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Sum í hinum londunum í Miðevropa verður nógv korn velt. Bøndurnir dyrka eisini sólblómur, frukt, grønmeti og oljuber, fikur og vínber - ungarar gera nógv vín. Skiftið frá kommunistiskum búskapi til kapitalistiskan hevur verið trupult. Ídnaðurin í Ungarn er fjølbroyttur, og teir gera metal, evnafrøðievni, akfør, klæði, amboð og ravmagnslutir. Eftir stjórnarskiftið í 1990 legði landið búskapin um til marknaðarbúskap. Mangar fyritøkur eru komnar á privatar hendur, og á summum økjum í ídnaðinum hevur verið afturgongd. Ungarska fólkið er væl útbúgvið, helst í gransking, tøkni og maskinframleiðslu, og tað hevur við sær, at útlendingar seta meiri pening í vinnulív í Ungarn enn í nøkrum øðrum landi í Miðevropa.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsmálið er ungarskt.

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið