Skotland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Scotland
Alba
Flagg Skotland
(Flagg Skotland)
Skjaldarmerki Skotland
(Skjaldarmerki Skotland)
Tjóðarslagorð: Nemo me impune lacessit (latín)
føroyskum: "Eingin bjóðar mær av snikkaleysur")
Tjóðsangur: Flower of Scotland
Alment mál Enskt
Skotskt gæliskt
Høvuðsstaður Edinburgh
Kongur Charles III
Fyrsti ráðharri Humza Yousaf
Fullveldi 843-1296
1314-17031
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
78.772 km²
1.9
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
5.313.600
68/km²
Gjaldoyra Bretskt pund GBP2
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .uk2
Telefonkota +44
(1) Heimastýri síðani 1999. (2) Felags fyri Sameinda kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands.

Skotland (enskt og skotskt Scotland, skotskt gæliskt: Alba) er eitt av teim fýra londunum ið mynda Kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands. Skotland fevnir formliga um norðasta partin av oynni Bretlandi umframt oyggjabólkarnar norðanfyri Suðuroyar, Orknoyar og Hetland umframt aðrar oyggjar har á leið. Orknoyggjar og Hetland gjørdust partur av Skotlandi í 1468, tá tær gjørdust heimafylgja hjá eini danskari prinsessu, sum giftist James 3. kongi.

Skotska kongsríkið Alba varð savnað í 843 undir Kenneth I skotakong. Kenneth gjørdi Scone í Piktaríkinum til høvuðsstað í ríkinum. Við sær tók hann Lagnusteinin, dalriadiska krýningarsteinin. Í 1296 varð steinurin fluttur í Westminister Abbey, men í 1996 var hann fluttur aftur til Skotlands. Skotska flaggið, The Saltire, er mett at vera elsta tjóðarflaggið enn í nýtslu.

Skotland hevur verið undir bretskum harradømi síðan 1707.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Skotlands søga.

Seinast í 830-árunum var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra piktaríkini fyri eystan og norðan og Dalriada fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt Kenneth Mac Alpin. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri víkingum. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í piktaríkini og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av Gwynedd við víkingar og enskar herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av Wales. Tá ið Kenneth Mac Alpin doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum Skotia norðan fyri ánna Forth.

Alt frá tíðliga í 11. øld høvdu enskir kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í 1296 sigraði Edward 1. (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í 1307, legði Robert Bruce (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka onglendingar úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í 1314 møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327) á odda við Bannockburn mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn Ongland formliga viðurkendi tað.

Í 1558, tá ið Elisabeth drotning tók við ræðinum í Onglandi, var rómverska kirkjulæran burturløgd, og læra Calvins tikin ístaðin. Um hetta mundið fingu skotsku kongshjúnini eina dóttur, ið fekk navnið Maria Stuart. Bara átta dagar eftir, at hon var borin í heim, doyði pápin, og móðirin mátti so taka sær av stýrinum. Bæði móðirin og skotska yvirvaldið hildu fast við katólsku læruna og gjørdu alt, tey kundu, at kúga hesa nýggju, ið varð borin fram av ídnum monnum sum John Knox og øðrum. Nógvir av hesum monnum vóru tiknir av døgum, men einki batti, flokkur teirra vaks støðugt, og tá ið einkjudrotningin andaðist í 1560, varð samtykt at taka ta katólsku læruna av og seta Calvins í staðin. Ólíkt í Onglandi kom Calvins læra at vera óbroytt í Skotlandi, og kom reformerti trúarflokkurin her at verða nevndur presbyterianar.

Maria Stuart var drotning í Skotlandi frá 14. desember 1542 til 24. juli 1567.

Meðan alt hetta var hent í Skotlandi, hevði Maria Stuart verið stødd í Frankaríki og var har uppald í tí katólsku trúnni. Bert 16 ára gomul giftist hon við tí franska konginum. Hann doyði eftir stuttari tíð, og hon fór tá heim aftur til Skotlands at stýra ríki sínum. Hon var katolikkur, og hennara levnað var soleiðis, at mong harmaðust um tað. Hon giftist uppaftur við greivanum Darnley, ið var systkinabarn hennara. Skjótt kom hon at vera væl við ein annan aðalmann, ið nevndist Bothwell jallur. So var tað eina ferð, at Darnley lá sjúkur í einum húsum nærhendis Edinburgh; Maria Stuart hevði verið og vitjað hann um dagin, og tá náttina vórðu húsini sprongd í luftina; líkið av Darnley varð funnið uttanfyri húsini morgunin eftir, og Bothwell varð beinan vegin lagdur undir ógerðina. Katolikkarnir í Onglandi tóku seg fleiri ferðir saman til at taka Elisabeth drotning av døgum og geva ræðið til Mariu Stuart, men royndirnar miseydnaðust hvørja ferð, og tá ið seinasta royndin var av, kom tað fyri ein dag, at Maria Stuart hevði staðið í sambandi við uppreistarmenninar. Hon varð dømd til deyða og hálshøgd. Tá ið Elisabeth drotning andaðist í árinum 1603, gjørdist sonur Mariu Stuart, Jákup 1., kongur. Hann kom at ráða í Skotlandi eins og í Írlandi og Onglandi.

1. mai 1707 varð skotskt fullveldi avtikið við Sameiningarsáttmálanum 1707, tá ið Ongland og Skotland vórðu løgd saman í Kongsríki Stóra Bretlands.

Í 1997 gjørdi fólkaatkvøða av, at skotska tjóðartingið skuldi endurreisast, og at Skotland skuldi fáa heimastýri. Við sonevndu Skotlandslógini varð hetta sett í verk, og skotar sluppu fyrstu ferð síðani sameiningina í 1707 at velja tjóðarting í 1999.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Edinburgh er høvuðsstaður og næststørsti býur Skotlands.

Høvuðsgrein: Skotskur politikkur.

Skotland hevur minni sjálvræði enn Føroyar, sum støðan er nú. Hin 18. september 2014 var fólkaatkvøða um loysing í Skotlandi. Úrslitið gjørdist nei til loysing, 55% atkvøddu nei og 45% atkvøddu ja.

Samkynt hjúnarlag[rætta | rætta wikitekst]

Myndugleikarnir í Skotlandi kunngjørdu í juli 2012, at Skotland fer nú at loyva samkyndum at verða vígd, og Skotland er sostatt tann fyrsti parturin av Stóra Bretlandi, sum tekur hetta stigið. Tann katólska kirkjan í Skotlandi er ímóti avgerðini og sigur, at talan er um eitt hættislig stig. Ætlanin hjá stjórnini er so, at lógin skal koma nýggjársdag í 2015. Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av tí skotska fólkinum tekur undir við ætlanini hjá stjórnini [1].

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Skotsk mentan.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Í Skotlandi er nógv virksemi í oljuídnaðinum. Myndin er úr Grangemouth á skotsku eysturstrondini.

Høvuðsgrein: Skotsk landafrøði.

At kalla allur norðari partur av Skotlandi er fjallalendi, høgar eggjar við djúpum døum ímillum; ofta renna stríðar áir í dølunum. Uppi í fjøllunum kunnu ofta vera heilt slættar heiðar og mýrar. Loðið er í grasi, og bøndurnir, sum ofta búgva langt frá hvørjum øðrum, hava nógvan seyð, og summir hava eisini ein hóp av neytum. Vøtn eru nógv millum fjøllini, og í summum er væl av sílum. Onglendingum dámar væl at fiska sil, og tl kemur nógv fólk niðan í fjøllini á hvørjum ári at royna eftir sílum. Við summar av teimum størstu áunum hava teir nú bygt elverk. Skógi er heilt lítið til av, men tey seinnu árini eru menn farnir at seta trø niður í stórum. Vesturstrondin í Skotlandi er meinlík teirri norsku; skergarður er allan vegin uttanfyri. Nakað sunnarlaga er tann djúpi Clyde-fjørðurin. Í sunnara parti av Skotlandi er nógv slættlendi, og landið har er væl dyrkað. Á eystursíðuni er fyri tað mesta slættlendi, og har eru fleiri góðar skipahavnir.

Hetland, Orknoyar og Hebridurnar eru partar av Skotlandi.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Skotskur búskapur.

Skotskt whisky er størsta útflutningsvøran hjá landinum aftaná gass og olju.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.bbc.co.uk/news/uk-scotland-scotland-politics-18981287
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið