Budapest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Budapest.

Budapest er høvuðsstaður Ungarns og hevur umleið 1.702.000 íbúgvar. Navnið er samansett av Buda og Pest, tveimum partum hjá staðinum. Býurin var stovnað í 1873 við samanlegging av Buda, Pest og Óbuda. Siglir tú á Donau ígjøgnum Budapest, sært tú, at høvuðsstaðurin er tveir býir. Buda vestan Donau er gamli ríkisdagshøvuðsstaðurin í keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn. Eystan Donau er Pest, sum er miðdepil fyri handil, fíggjarvirksemi og ríkisfyrisitingina. Mong ferðafólk koma til Budapest - nógv fleiri enn til hinar høvuðsstaðirnar í Miðevropa, og næstan tveir triðingar av útlendsku íløgunum í Ungarn eru í høvuðsstaðnum.

Myndasavn [rætta]

Útvortis ávísing [rætta]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið