ST

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
ST-teknið er eitt veraldarkort, kransað við oljubløðum. Hetta er gamalt friðartekin.
Limalondini í ST.

ST er stytting fyri Sameindu Tjóðir. Á donskum kallast felagsskapurin Forenede Nationer (FN), á enskum United Nations (UN) og á fronskum Organisation des Nations Unies (ONU).

Sameindu Tjóðir (ST) vórðu settar á stovn 1945, beint eftir seinna heimsbardaga.

ST hevur fýra aðalmál:

  • at verja friðin og trygdina í heiminum
  • eggja londunum til rættvísi
  • at stuðla og menna samstarvið landanna millum og
  • at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum.

Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST.

Dótturfelagsskapir [rætta]

  • ILO - Altjóða verkamannafelagsskapurin.
  • UNESCO - Felagsskapur ST fyri undirvísing, vísindum og mentan.
  • UNICEF - The United Nations Children's Fund.
  • WFP - World Food Programme.
  • WHO - Heimsheilsufelagsskapur ST.

Keldur [rætta]

Slóðir úteftir [rætta]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið