Sudan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
جمهورية السودان
Jumhūriyyat as-Sūdān
Lýðveldið Sudan
Flagg Sudan
(Flagg Sudan)
[[Mynd:|85px|Skjaldarmerki Sudan]]
(Skjaldarmerki Sudan)
Tjóðarmotto: Al-Nasr Lana
Tjóðsangur: We are the Army of God and of Our Land
LocationSudan.svg
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Khartoum
Presidentur Omar Hassan al-Bashir
Visepresidentur Salva Kiir
Fullveldi 1. januar 1956
(frá Egyptaland og
Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2,505,813 km²
6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
39 992 490
14/km²
Gjaldoyra Sudanskur dinarur (SDG)
Tíðarzona UTC +3
Alnet økisnavn .sd
Telefonkota +249
Spenningur

Sudan (arábiskt; جمهورية السودان) er størsta land í Afrika, men tað er av fátækastu og minst mentu londum í heiminum. Stórir landspartar í Sudan hava verið meint raktir av turki og hungursneyð seinastu árini.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fólkið

Smáttur við strýtuskapaðari tekju eru vanligar í Mið- og Suðursudan

Fyri norðan er fólkið muslimskt og talar arábiskt, í miðjum landi og fyri sunnan búgva mong fólkasløg, ið tala afrikonsk mál og hava ymsar afrikanskar átrúnaðir, nøkur eru eisini kristin. Stríð ímillum fólkið fyri norðan og sunnan hevur verið atvold til drúgvt borgarakríggj.

Stórur munur er á, hvussu fólkið livir í arábiska Norðursudan og afrikanska Suðursudan. Mál, átrúnaðir, siðir og húsabygging eru púra ólik. Nubiar fyri norðan byggja ferhyrnd hús úr sólturkaðum tigulsteini við flatari tekju. Nubanar, bøndur í hálendinum í Miðsudan, byggja rundar smáttur av træstreyrum, grasi og hirsuhálmi, tekjan er strýtuskapað.

Mong ættarfólk lívbjarga sær við at halda dýr og eru alsamt á ferð eftir nýggjum beitilendi. Fleiri dýr, maður eigur, mætari og virðingarverdari er hann ímillum ættarfólkið. Borgarakríggið hevur volt flakkfólkinum miklan skaða, nógv beitilendi er farið fyri einki, og gomlu ferðaleiðirnar eru stongdar. Dinkaflakkfólkið, eystan fyri Nilá, livir av at halda neyt.

Síðan Sudan gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1956, hevur muslimska stjórnin í Khartoum roynt at noyða fólkið í landinum at taka við islam. Hetta hevur elvt til borgarakríggj og hungursneyð.

[rætta] Politikkur

Omar Bashir er eftir øllum at døma einasti einaræðisharri í heiminum, sum enn situr við valdið, hóast hann hevur ábyrgdina av, at fleiri hundraðtúsund folk eru tikin av døgum. Omar al-Bashir verður sjáldan nevndur í sambandi við menniskjaligu tragediuna í Darfur landspartinum, hóast hann er høvuðspersónur.

[rætta] Búskapur

Meginparturin av fólkinum býr fram við Nilá og veitir vatn úr ánni á akrarnar. Tveir triðingar av fólkinum liva av landbúnaði, høvuðsgrøði er bummull, jarðnøtir, arábagummi, hirsa og dadlur. Myndugleikarnir hava sett í verk stóra vanveitingarverkætlan til tess at menna landbúnaðin.

[rætta] Landafrøði

Nilá rennur ígjøgnum landið, og mesta fólkið býr í fruktagóða lendinum fram við ánni. Steinoyðimørk er fyri norðan og mýrilendi fyri sunnan. Stórir landspartar í Sudan eru alt ov turrir til, at fólk kann búgva har, og ónýtiligir sum dyrkilendi. Stór akurlendi eru oyðiløgd í borgarakrígnum.

[rætta] Hygg eisini at


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Skoðanir
Onnur mál