Suðursudan
|
|||
| Tjóðarslagorð: "Justice, Liberty, Prosperity" (føroyskt: Rættferð, Frælsi, Hepni) |
|||
| Tjóðsangur: "South Sudan Oyee!" | |||
| Alment mál | Enskt | ||
| Høvuðsstaður | Juba | ||
| Forseti | Salva Kiir Mayardit | ||
| Varaforseti | Riek Machar | ||
| Fullveldi | 9. juli 2011 (frá Sudan) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
619,745 km² |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2008 - tættleiki |
8,260,490 13,33/km² |
||
| Gjaldoyra | Sudanskur dinarur (SDG) | ||
| Tíðarøki | UTC +3 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .sd | ||
| Telefonkota | +249 |
||
Lýðveldið Suðursudan (enskt: South Sudan) er er eitt land í Miðafrika, sum lýsti seg sjálvstøðugt 9. juli 2011. Størsti býurin og høvuðsstaður er Juba. Stórur munur er á, hvussu fólkið livir í arábiska Sudan og afrikanska Suðursudan. Mál, átrúnaðir, siðir og húsabygging eru púra ólik.[1] Fólkaatkvøðan í Suðursudan var í døgunum frá 9. januar til 15. januar 2011. Forsetin í Sudan, Omar Bashir, góðkennir úrslitið av fólkaatkvøðuni, og at Suðursudan tekur loysing. Fólkaatkvøðan varð ásett longu í 2005, tá partarnir samdust um eina friðaravtalu, sum endaði ta longsta borgarakríggið í Afrika. Tí eru fólk fegin um, at landið nú er býtt sundur í tvey lond. Men enn er ikki friður. Stríð er framvegis um markið millum londini bæði, og heldur ikki er semja um, hvør fær økið Abyie, sum er størsta oljuøkið í Sudan. Hóast kríggið formliga er liðugt, prutlar tað undir lokinum, og tí hevur ST framvegis 7000 friðarvarðveitandi hermenn í landinum [2].
Í Sudan (Norðursudan) búgva umleið 1,5 milliónir suðursudanesarar, sum stjórnin síðan í 2010, hevur goldið ferðaseðilin fyri, um tey vildu fara heimaftur [3]. Tí tilboðnum hava fólk í hundraðtúsundatali tikið av. Og við einum valúrsliti, har 99 % luttóku og 98,6 % av teimum atkvøddu fyri einum sundirbýti av Suður- og Norðursudan [4], sær tað út til, at talið av flóttafólkum, sum flyta heimaftur, fer at økjast enn meira.
[rætta] Keldur
- ↑ http://www.bbc.co.uk/news/mobile/world-africa-13351773
- ↑ http://www.newser.com/article/d9obkf701/un-approves-peacekeeping-force-with-7000-troops-for-south-sudan-on-eve-of-independence.html
- ↑ http://www.brookings.edu/opinions/2011/0708_south_sudan_independence_ferris.aspx
- ↑ http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7473598
| Lond í Afrika |
| Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara |