Føroya Landsstýri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Føroya Landsstýri - ella í dagligari talu bara Landsstýrið, kallast føroyska stjórnin. Landsstýrismenn og -kvinnur) hava ymisk málsøki undir sær og eru ovasti myndugleiki í aðalráðunum. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt og talið á aðalráðum kann eisini broytast. Onkuntíð verða ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt aðalráð býtt sundur í tvey, sum tað t.d. hendi í 2008, tá Almanna- og Heilsumálaráðið fóru sundur í Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður, hann hevur skrivstovu á Løgmansskrivstovuni.

[rætta] Aðalráð 2008-2011

Í 2008 til 2011 vóru níggju aðalráð, tey vóru hesi:

[rætta] Løgmans- og landsstýrissessir 2008-2011

  • Løgmaður
  • Landsstýrismaður í fíggjarmálum (fíggjarmálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í vinnumálum (vinnumálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í mentamálum (mentamálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í innlendismálum (innlendismálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í heilsumálum (heilsumálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í almannamálum (almannamálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í fiskivinnumálum (fiskimálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í uttanríkismálum (uttanríkisráðharri)

Tá kvinnur eru landstýrisfólk verða tær oftast umrøddar í kvennkyn sum Landstýriskvinna í t.d. almannamálum.

[rætta] Ávísingar úteftir

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál