Botsvana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Lefatshe la Botswana
Republic of Botswana
Lýðveldið Botsvana
Flagg Botsvana
(Flagg Botsvana)
Skjaldarmerki Botsvana
(Skjaldarmerki Botsvana)
Tjóðarmotto: Pula (føroyskt: Regn)
Tjóðsangur: Fatshe leno la rona
LocationBotswana.svg
Alment mál Enskt, Tswana
Høvuðsstaður Gaborone
Forseti Festus Mogae
Løgmaður Onki
Fullveldi 30. september 1966
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
600,370 km²
2,5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2006
 - tættleiki
 
1 639 833
3,0/km²
Gjaldoyra Pula (BWP)
Tíðarzona UTC +2
Alnet økisnavn .bw
Telefonkota +267
Spenningur

Botsvana er land í syðra-Afrika við 1,6 mió íbúgvar. Í suðri hevur Botsvana mark við Suðurafrika, í norðri við Sambia, í vestri við Namibia og eystri við Simbabvi. Í Botsvana er trygt fólkaræðiligt stýri.


[rætta] Búskapur

Botsvana er eitt av fáu londunum í Afrika, har tað hevur gingið støðugt framá búskaparliga. Tá ið Botsvana gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1966 var tað ørfátækt landbúnaðarland, fólkið livdi av sjálvbjargnisbúnaði. Rættilig ferð kom á búskaparligu menningina, tá ið diamantar vórðu funnir í 1967. Ein onnur týdningarmikil vinna eru stóru neytagarðarnir, sum eru komnir síðstu 30 árini.


[rætta] Fólkið

Tsvanar, ið er fjølmentasta fólkaslagið í Botsvana, hava í øldir skipað seg í høvdingadømi. Hvørt høvdingadømi hevur egið høvdingasetur, og uttan um tað eru garðarnir, ið hoyra til tað. Hvørt húskið býr á sínum garði. Garðurin er eini 3-4 hús við laðaðari girðing uttanum. Túnið innan fyri girðingina verður nevnt lolwapa.


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Skoðanir
Onnur mál