Ekvatorguinea

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
República de Guinea Ecuatorial
République de Guinée équatoriale
República da Guiné Equatorial
Lýðveldi Ekvatorguinea
Flagg Ekvatorguinea
(Flagg Ekvatorguinea)
Skjaldarmerki Ekvatorguinea
(Skjaldarmerki Ekvatorguinea)
Tjóðarmotto: Unidad, Paz, Justicia
(føroyskt: Semja, Friður, Rættvísi)
Tjóðsangur: Caminemos pisando la senda
LocationEquatorialGuinea.svg
Alment mál Spanskt, Franskt og Portugisiskt
Høvuðsstaður Malabo
Forseti Teodoro Obiang Nguema
Mbasogo
Løgmaður Ricardo Mangue Obama
Nfubea
Fullveldi 12. oktober 1968
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
28,051 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2005
 - tættleiki
 
504 000
18/km²
Gjaldoyra CFA frankur (XAF)
Tíðarzona UTC +1
Alnet økisnavn .gq
Telefonkota +240
Spenningur

Ekvatorguinea (spanskt: República de Guinea Ecuatorial, franskt: République de Guinée équatoriale, portugisiskt: República da Guiné Equatorial) ella Lýðveldi Ekvatorguinea er eitt lítið land í Vesturafrika. Eitt av teimum minstu. Ekvatorguinea hevur mark við Gabon og Kamerun. Londinum hevur uml. 500 000 íbúgvar.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Fólkið í Ekvatorguinea hevur tolt nógv, og búskapurin hevur ligið í sori av harðræðisávum. Øll 1970-árunum stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin Macias Nguema, men í 1990-árunum tók hóvligari stýri við valdinum. Hetta lítla, fagra landið - har eisini fimm oyggjar eru uppií, má nú stríðast til tess at fáa búskapin á føtur aftur.

[rætta] Búskapur

Pinkulítla landið í Vestafrika gjørdist kent av umheiminum, tá ið olja í hampiliga stórum nøgdum varð funnin í landinum í 1995. Ríkidømið átti av røttum at verið stórt í slíkum landi, men alíkavæl má meginparturin av fólkinum í landinum liva fyri minni enn 5-10 krónur um dagin. Peningurin frá oljuríkidøminum fer í ávísan mun beint í lumman á Obiang Nguema, sum persónliga er góður fyri fleiri milliardir (av landsins pengum). Peningurin stendur á konto uttanlands.

[rætta] Landafrøði

Lýggja veðurlagið og fruktagóða gosøskujørðin í størstu oynni Bioko gera, at oyggin er væl egnað til landbúnað, men vegirnir eru fáir, og verkafólkið veit einki um nýggjar dyrkingarhættir. Mesta lendið er lagt inn til kakaolundir, tískil er næstan eingin jørð eftir, har fólkið kann dyrka mat.

[rætta] Landslutur

Landslutur í Ekvatorguinea
Landslutur Høvuðsstaður
1 Annobón Province San Antonio de Palé
2 Bioko Norte Province Malabo
3 Bioko Sur Province Luba
4 Centro Sur Province Evinayong
5 Kié-Ntem Province Ebebiyín
6 Litoral Province Bata
7 Wele-Nzas Province Mongomo

[rætta] Hygg eisini at


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Skoðanir
Onnur mál