Burundi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tjóðveldið Burundi
Flagg Burundi
(Flagg Burundi)
Skjaldarmerki Burundi
(Skjaldarmerki Burundi)
Tjóðarslagorð: "Ubumwe, Ibikorwa, Amajambere"
Tjóðsangur: Burundi bwacu
Burundi (orthographic projection).svg
Alment mál Kirundi, Franskt, Swahiliskt
Høvuðsstaður Bujumbura
Forseti Pierre Nkurunziza
Varaforseti Terence Sinunguruza
Fullveldi 1. juli 1966
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
27,834 km²
7,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
10,395,931
314.3/km²
Gjaldoyra Brundiskur frankur
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .bi
Telefonkota +1

Tjóðveldið Burundi (kirundi Republika y'Uburundi, franskt République du Burundi) er eitt land í Miðafrika. Burundi hevur mark við Tansania í bæði í syðri og eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Burundi er Bujumbura. Bujumbura er eisini størsti býur og hevur umleið 500 túsund íbúgvar. Í Burundi búgva góðar 10 milliónir fólk í 2014 [1]. Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) hevur flokkað landið í bólkin heimsins fátækastu lond.

Langa borgarakríggið hevur gjørt landið blóðfátækt, livikorini eru vánalig og barnadeyðin sera høgur.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Til Burundi og Ruanda fingu sjálvstyri í 1962, vóru londini eitt land. Í báðum londum búgva tutsiar og hutuar, og stríðið ímillum hesi bæði fólkasløgini er eisini farið illa við Burundi. Í 1972 drupu tutsiar einar 10.000 hutuar [2].

40 % av skúlunum vóru oyðilagdir undir krígnum, sum herjaði í 90unum til byrjanina av hesi øldini. Upplýst verður í 2014, at enn eru einans 15 % av skúlunum bygdir uppaftur. Stjórnin hevur gjørt av, at skúlagongd skal vera ókeypis.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Ógvuliga mong fólk eru flýdd higar úr krígsherjaða Ruanda; hetta hevur stórar trupulleikar við sær, tí at Burundi er sera fjølbygt og líka fátækt sum granni sín fyri norðan. Flestu fólk í Burundi liva av landbúnaði. Á fruktabesta lendinum býr so nógv fólk, at hvørt húski eigur bara so mikið avjørð, at tey so dánt fáa breyðføtt seg góð ár. Óár er stórur vandi fyri hungursneyð. Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt. Jarðartýning er stórur trupulleiki, tí nógvur skógur verður ruddaður at fáa dyrkilendi.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Í Burundi verða frásagnir og tónleikur borin ætt eftir ætt av mannamunni. Fólkadansur tutsianna verður hildin at vera ímillum tað kendasta, afrikonsk mentan eigur.

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/by.html
  2. http://www.nytimes.com/1988/09/01/opinion/to-stop-the-killing-partition-burundi.html


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara