Guinea

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
République de Guinée
Tjóðveldið Guinea
Flagg Guinea
(Flagg Guinea)
Skjaldarmerki Guinea
(Skjaldarmerki Guinea)
Tjóðarslagorð: "Travail, Justice, Solidarité"
Tjóðsangur: "Liberté"
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Conakry
Forseti Mamady Doumbouya
Forsætisráðharri Bah Oury
Fullveldi 2. oktober 1958
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
250,158 km²
0.06 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
13 885 724
56/km²
Gjaldoyra Guineanskur frankur (GNF)
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .gn
Telefonkota +224

Tjóðveldið Guineafronskum République de Guinée) er eitt land í Vesturafrika. Hetta fjallalendið var í gomlum døgum partur í stóra Malinkaríkinum, sum í miðøld hevði valdið í meginpartinum í Vesturafrika. Í norðri hevur Guinea mark við Mali og Senegal, í vestri við Guinea-Bissau, í eystri við Côte d'Ivoire, og í suðri við Sierra Leona og Liberia. Fólkatalið var 10,1 mió. við ársbyrjan 2009. Høvuðsstaðurin eitur Conakry. Franskt er almenna málið í Guinea.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Seinast í 1860-árunum grundaði Samori Turé (f. 1830 - d. 1900), hernaðarligur ævintýrari úr Konyan í tí, sum nú er Guinea, Manderíki í økinum á leiðini við ovaru Nigerá. Tá ið Turé hevði verið í hertænastu hjá einum høvdingi á ungum árum, stovnaði hann sín egna her. Turé var dugnaligur og ágrýtin herovasti og grundaði eitt stórt ríki, sum stóð við í 20 ár. Í 1874 var høvuðsvinnan handil við fílabeini og gulli fyri byrsur av strondini. Í 1885 var Manderíkið vestan úr Sierra Leona eystur at Bamako í Mali. Hetta hótti fronsku framtøkini í økinum, og frá 1886 kom Samori Turé sær eisini í innanlandsstríð, tí at hann ætlaði at stovna eitt islamskt ríki. Herur hansara var stórur og hann útvegaði sær vápn úr Sierra Leona, men í 1892 noyddu fraklendingar hann inn í norðara part í Fílabeinsstrondini. Eystur eftir slapp hann ikki, tí at har vóru bretar fyri honum. Í 1898 tóku fraklendingar Turé til fanga og sendu hann í útlegd til Gabon. Har doyði hann tvey ár seinni [1].

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Hetta gamla franska hjálandið er fruktagott fjallaland. Ógvuliga nógv steinsløg eru í jørðini. Góða veðurlagið ger, at til dømis aldinfrukt, bananir og rís vaksa væl. Tí kundi Guinea verið ríkt land, men í staðin er tað eitt av fátækastu londum í heiminum, fólkið livir bara 58 ár í miðal [2], og heilsu- og skúlaverkið eru lítið og einki ment. Høvuðsatvoldin er, at tá ið Frakland tók seg út úr landinum, stuðlaðu teir hvørki fíggjarliga ella á annan hátt, eisini hevur verið illa stýrt fíggjarliga. Meðan einaræðisharrin Ahmed Sékou Touré ráddi frá 1958 til 1984, var eingin menning, og landið var púrasta vanstýrt.

Hálendið fyri sunnan er skógvaksið, og har verður nógvur viður høgdur. Av tí at jørðin er fruktagóð, liggur væl fyri at dyrka ymiskar gagnplantur, til dømis kaffitræið. Tríggjar tær størstu áirnar í Vesturafrika, Gambiaá, Nigerá og Senegalá, vella fram her. Jarnmálmur er eisini, og í øllum landspartinum er nógv avfall. Í fjøllunum í Guinea er nógvur aluminiumsmálmur, bauxit, ið verður bræddur til aluminium. Næst eftir Avstralia høggur einki land í heiminum so nógvan aluminiumsmálm sum Guinea. Um 80 % av allari útflutningsinntøkuni í Guinea er av aluminiumsmálmi. Gull, jarn og diamantar eru eisini í Guinea.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Mong fólkasløg búgva í Guinea, m.o. fulani, malinka og susu. Flestu fólk eru muslimar. Umleið ein triðingur av fólkinum hoyrir til malinkefólkið, sum eitur eftir fjøllunum, ið eru á markinum ímóti Mali. Nú á døgum er malinkafólkið mest gitið fyri at verða góð frásøgufólk og góðir tónleikarar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://www.blackhistorypages.net/pages/samoriture.php. Heintað 2012-08-16. 
  2. http://www.indexmundi.com/guinea/life_expectancy_at_birth.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið