Einaræði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land við fólkaræðisligari stýrisskipan við sjálvsmynd. Einaræði er mótsett fólkaræði.

Einaræði er politiskt stýri: ein ella tey fáu, ið stýra, hava alt valdið. Í landi við einaræði eru ikki frí val. Mong lond um í heiminum hava einaræði, ein maður við óavmarkaðum valdi ræður. Flestu einaræðisharrar taka valdið, annaðhvørt gera teir hernaðarkvett ella fella tey, ið stýra, á annan hátt. Tá ið einaveldugi einaræðisharrin er komin framat, stýrir hann ofta eftir sínum høvdi, er harðrendur og kúgar alla andstøðu. Sum árini eru liðin, hava mong lond, broytt stýrisskipan frá einaræði til stýrisskipanarligt kongsveldi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið