Malavi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dziko la Malaŵi
Republic of Malaŵi
Lýðveldið Malavi
Flagg Malavi
(Flagg Malavi)
Tjóðarslagorð: Unity and Freedom
Tjóðsangur: Oh God Bless Our Land of Malawi
LocationMalawi.svg
Alment mál Chichewa og enskt
Høvuðsstaður Lilongwe
Forseti Bingu wa Mutharika
Drotning Elisabeth II
Fullveldi 6. juli 1964
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
118,484 km²
20.6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
13 931 831
118/km²
Gjaldoyra Malaviskur kwacha (MWK)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .mw
Telefonkota +265
Spenningur

Lýðveldið Malavi ella bara Malavi (chichewa: Dziko la Malaŵi, enskt: Republic of Malaŵi), er eitt lítið land í Eysturafrika. Malavi hevur mark við Tansania í norðri, Sambia í vestri og Mosambik í suðri. Høvuðsstaður er Lilongwe. Lilongwe hevur umleið 866 túsund íbúgvar. Malavi hevur umleið 13,9 mió. íbúgvar (2008). Almennu málini eru tvey í tali, chichewa og enskt. Miðallívsævin í landinum er 43.45 ár. 37.30 prosent av fólkinum eru ikki lesifør.

Sjúkur sum malaria eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment og sjúkraviðgerð er ikki ókeypis. 28 % av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av malariasjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa malaria. Malavi hevur eisini í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi.

Tað búgva 13,9 milliónir fólk í Malavi, og er eitt av fátakastu londum í heiminum.

[rætta] Sí eisini

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál