Islam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Islam er ein Ábrahamsk trúgv ið umleið 21 % heimsins íbúgvum fylgja. Tey, ið hoyra til hesa trúgv, kallast muslimar. Miðdepilin í trúnni er tær fimm súlurnar: trúarjáttanin, bønin, fastan, olmussan og pílgrímsferðin. Heilaga skriftin hjá muslimum er Koranin, ið er eitt savn við teimum opinberingum, sum Muhammed fekk frá ár 610 til 632 í Mekka og Medina í Saudi-Arabia. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni Islam (umleið 90 %) og Shia Islam (uml. 10 %).

Islam er eitt arábiskt orð, ið merkir "at leggja seg undir" ella "geva seg til". Islam er ein átrúnaður, ið byggir upp á guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, eru muslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum frá Marokko til Pakistan. Eisini eru nógvir muslimar í Vesturafrika og Landsynningsásia. Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar.

Muslimar halda gudstænastu í einari mosku.