Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
République démocratique du Congo
Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
Flagg Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
(Flagg Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo)
Skjaldarmerki Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
(Skjaldarmerki Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo)
Tjóðarslagorð: "Justice – Paix – Travail"
(føroyskt: Rættvísi - Friður - Arbeiði)
Tjóðsangur: Debout Congolais
Democratic Republic of the Congo (orthographic projection).svg
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Kinshasa
Presidentur Joseph Kabila
Løgmaður Adolphe Muzito
Fullveldi 30. juni 1960
(frá Belgia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2,344,858 km²
3,3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
68 692 542
25/km²
Gjaldoyra Kongo frankur
Tíðarøki UTC +1 til +2
Økisnavn á alnetinum .cd
Telefonkota +243
Spenningur

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo (franskt: République démocratique du Congo), eisini nevndir Kongo-Kinshasa ella Sair, er eitt stórt land í Miðafrika. Londinum hevur mark ímóti níggju londum: Miðafrikalýðveldið, Sudan, Uganda, Ruanda, Burundi, Tansania, Sambia, Angola og Kongo. Høvuðsstaður er Kinshasa, londinum hevur umleið 62 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er franskt.

Hungursneyðin í Kongo er stór. Í fimm landspørtum doyggja hvønn dag í minsta lagi 700 børn yngri enn fimm ár. Einans eitt av fimm børnum hevur nøktandi føðslu. Út við 530.000 børn yngri enn fimm ár og meira enn ein miljón kvinnur hava tørv á matvøruhjálp. Ófriður við ógvisligum harðskapi, høgir matvøruprísir og heimskreppan hava sambært WFP økt matvørutrotið í Kongo.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fólkið

Kongoá er sum ein ovurstórur bugur ígjøgnum alt landið og er sjálv lívæðrin í landinum. Veðurlagið er lýtt og slavið, mesta fólkið livir av landbúnaði. Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er eyðkent fyri sermerktu list sína. Kubafólkið miðskeiðis í landinum nýtir skeljar, perlur og raffia - tægrir úr pálmabløðum, tá ið tey gera mátingar - mynstur. Diamantar, kopar og kobolt eru 80 % av inntøkunum í landinum.

[rætta] Søga

Kongolandið var í hjálandatíðini skift ímillum Frakland og Belgiu; Frakland átti landið vestan fyri Kongoánna, og Belgia átti landið eystan fyri Kongoánna. Hin belgiski parturin av Kongo gjørdist sjálvstýrandi tjóðveldi; hann fekk sær Leopoldville til høvuðsstað og kom tí at eita Kongo Leopoldville, men eitur nú Kinshasa. Síðan Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo ella Kongo Kinsaha sleit frá Belgia í 1960, hava borgarakríggj og harðrent einaræðisstýrið plágað landið. Hesir tvørleikar og fallandi prísur á útflutningsvørum hava gjørt, at Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er av fátækastu londum í heiminum.

[rætta] Landafrøði

Kongo er eitt óføra stórt ríki, men har er fátt við fólk. Hetta kemur av, at stórir partar av landinum eru avvaksnir við veldigum regnskógi, og í regnskóginum er ógvuliga tunnligt við fólk. Norðuri í buginum á Kongoánni eru stórar víddir av vátlendi, sum eru yðjandi fullar av eitrandi mýggjum og flugum. Hesar víddir eru fullkomiliga mannleysar. Savannan norðan fyri og sunnan fyri regnskógin er mangastaðni heilt fjølbygd, tí hon er tað besta búnaðarlandið, har belgiarnir hava havt urtagarðar sínar og hava lært afrikanarnar at handfara jørðina tíðarhóskandi.

[rætta] Landslutir

Landslutir í Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
  1. Kinshasa
  2. Province Orientale
  3. Kasaï Oriental
  4. Kasaï Occidental
  5. Maniema
  6. Katanga
  7. Sud-Kivu
  8. Nord-Kivu
  9. Bas-Congo
  10. Équateur
  11. Bandundu

[rætta] Sí eisini


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál