Miðafrikalýðveldið
|
|||
| Tjóðarslagorð: <<Unité, Dignité, Travail>> | |||
| Tjóðsangur: <<La Renaissance>> | |||
| Alment mál | Franskt | ||
| Høvuðsstaður | Bangui | ||
| Forseti | François Bozizé | ||
| Løgmaður | Faustin-Archange Touadéra | ||
| Fullveldi | 13. august 1960 (frá Frakland) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
622,984 km² 0 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
4 216 666 6.77/km² |
||
| Gjaldoyra | CFA franskur (XAF) | ||
| Tíðarøki | UTC +1 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .cf | ||
| Telefonkota | +236 |
||
| Spenningur | |||
Miðafrikalýðveldið (franskt; République Centrafricaine) er eitt land í Miðafrika við umleið 4 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Bangui og høvuðsmálið er franskt. Miðafrikalýðveldið hevur mark við 5 lond: Kjad, Sudan, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Kongo og Kamerun.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Búskapur
Stórur partur av inntøkunum í landinum er av diamantvinnuni. Her eru eisini góðir møguleikar at menna aðra vinnu, tí bæði gull, jarn, kopar og uran eru í jørðini. Stór vatnflóð í regntíðini er kortini stórur bági fyri allari námsvinnu.
Miðafrikalýðveldið kemur ikki út til havið - har er eingin strond, eingin jarnbreyt og asfalteraðu vegirnir fáir. Tí er mesti flutningurin og mesta sambandi ímillum fólk eftir áunum. Næstan tríggir fjórðingar av allari vøru verða fluttir eftir áum og veitum, sum tilsamans eru 7000 km langar. Mesta útflutningsvøran verður flutt til Brazzaville í Kongo og haðan koyrd við toki út til havnabýir á strondini við Atlantshav.
Miðafrikalýðveldið er av fátækastu londum í heiminum.
[rætta] Søga
Turkur og politiskur ófriður hava elvt til svára neyð. Í 1965 kom ræðslustýrið hjá Bokassa keisara til valdið, og tá ið hann mátti rýma av landinum, tók hernaðarstýri við. Fyrstu ferð, fólkið slapp at velja stýri sítt, var í 1993, men búskapurin í landinum liggur framvegis í skeljum, og landið er eitt tað fátækasta í heiminum.
[rætta] Landafrøði
Mitt inni í Afrika er Miðafrikalýðveldið. Norðari partur er turrur og berligur, syðri partur er vátur og avtakin við regnskógi.