Benin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
République du Bénin
Tjóðveldið Benin
Flagg Tjóðveldið Benin
(Flagg Tjóðveldið Benin)
Skjaldarmerki Tjóðveldið Benin
(Skjaldarmerki Tjóðveldið Benin)
Tjóðarslagorð: "Fraternité, Justice, Travail"
(føroyskt: Brøðralag, Rættvísi, Arbeiði)
Tjóðsangur: "L'Aube Nouvelle"
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Porto-Novo
Forseti Patrice Talon
Forsætisráðharri Patrice Talon
Fullveldi 1. august 1960
(frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
112,622 km²
0.02 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
8 791 832
78.1/km²
Gjaldoyra CFA frankur (XOF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .bj
Telefonkota +229

Tjóðveldið Beninfronskum République du Bénin) er eitt vesturafrikanskt tjóðveldi, sum móti vestri hevur mark móti Togo, móti eystri er markið móti Nigeria og í norðan móti bæði Niger og Burkina Faso.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Seinast í 17. øld vórðu grundað nýggj ríki sum Denkyira, Dahomey (Benin) og Asante í Vesturafrika. Ríkini vórðu væl skipað og løgdu stóran dent á handil, helst úti við strendurnar, og semja var um at forða fyri, at evropeiskar handilsmenn løgdu seg oman á handilin. Denkyira og Asante vóru í Akanlandinum við Gullstrondina. Fyri ikki at koma at standa undir Dahomey fluttu ymsir ættbólkar norðureftir og fingu ræðið í handilsbýnum Tafo. Um 1680 grundaði asantehøvdingurin Osei Kofi Tutu I (1680-1717) nýtt kongsríki, kallað Asante, við høvuðsstaði í Kumasi, hann fekk tignarheitið asantehene. Osei fekk sær sín egna her, sum í 1701 sigraði á Denkyira og slapp Asante undan at rinda skatt. Í 1717 fell Osei í einum marknabardaga, men tá var Asanteríkið savnað. Eftirmenn hansara vuksu nógv um kongsríkið við herferðum og skilagóðum handilsvirksemi. Á hvørjum ári savnaðist asantefólkið á stórari stevnu. Tey fegnaðust um vald ríksins.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Sum grannalandið fyri vestan, Togo, er Benin langt, smalt land, frá strondini við Atlantshav og norður at Nigerá.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Landið er fátækt, men har gongur framá búskaparliga. Uttanlandshandilin, helst handilin við landbúnaðarvørum, sum til dømis kakao, kaffi og bummull, er nógv vaksin.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Vesturafrikonsk list varð gitin víða um. Niðurlendingar, sum komu hagar í 1500-1600, bóru Beninbý saman við t.d. Amsterdam í Evropa [1]. Handverkararnir úti við strendurnar gjørdu træskurðir, saltíløt úr fílabeini, skeiðir, gaflar, armbond, veiðihorn og vóvu klæði. Inni í landinum í Benin vórðu træskurðir, stoyttar metalmyndir, og skornar myndir úr viði, steini, fílabeini, messingi, leiri og bronsu gitnast og best umtóktar. Í sambandi við ymsar siðir bóru obain og høvdingar hansara prýðilig vápn.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Kongaríkið Benin hevði stórtíð sína í árunum 1300-1600.

Fólkaræði[rætta | rætta wikitekst]

Landið, sum áður æt Dahomey (gamlanavn sítt Benin fekk tað aftur í 1975), loysti frá Fraklandi í 1960. Síðan tá hava fleiri hernaðarstýri skiftst um at stýra, og landið hevur eisini havt einflokkaskipan. Benin var fyrsta land í Afrika, sum skifti frá einflokkaskipan til fólkaræðiliga fleirflokkaskipan. Tað var í 1991.

Deyðarevsing[rætta | rætta wikitekst]

Í Benin er deyðadómur. Í løtuni eru í minsta lagi 14 fólk dømd til deyða í Benin. Ongin hevur verið tikin av døgum í Benin tey seinastu tjúgu árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Seinasta deyðarevsing í Benin fór fram í 1987. Tjóðartingið atkvøddi í 2011 fyri at ratifisera altjóða sáttmálan, sum bannar deyðarevsing [2].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.bbc.co.uk/worldservice/africa/features/storyofafrica/4chapter7.shtml
  2. http://www.amnesty.org/en/news-and-updates/benin-closer-abolishing-death-penalty-2011-08-19
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið