Egyptaland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
جمهورية مصر العربية
Gumhūriyyat Miṣr al-ʿArabiyyah
Egyptaland
Flagg Egyptaland
(Flagg Egyptaland)
Skjaldarmerki Egyptaland
(Skjaldarmerki Egyptaland)
Tjóðarmotto: Onki
Tjóðsangur: Bilady, Bilady, Bilady
(føroyskt; Mítt land, Mítt land, Mítt land)
LocationEgypt.png
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Keiro
Forseti Hosni Mubarak
Løgmaður Ahmed Nazif
Fullveldi 18. juni 1953 (frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 001 449 km²
0,63 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
81 713 517
74/km²
Gjaldoyra Egyptiskt Pund (EGP)
Tíðarzona UTC +2
Alnet økisnavn .eg
Telefonkota +20
Spenningur

Egyptaland (arábiskt: Gumhūriyyat Miṣr al-ʿArabiyyah) er eitt stórt land í Norðurafrika. Landið hevur umleið 80 mió. íbúgvar og høvuðstaðurin kallast Keiro. Keiro hevur umleið 16 mió. íbúgvar. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Sagt verður, at Egyptaland er gáva frá Nilá. Og fram við Nilá kom upp ein av fyrstu stóra mentanum í heminum undir stýri faraoanna fyri meiri enn 5.000 árum síðan. Pýramidurnar vórðu bygdar til gravstaðir hjá faraonum fyri meiri enn 4.000 árum síðan. Tær eru eitt av teimum sjey undurverkunum í heiminum úr fornøld, og tað einasta, sum er eftir.

Tá ið Aleksandur Mikli doyði í 323 f.Kr., stýrdi ein herovasti hansara, makedónarin Ptolemaios, Egyptalandi. Í 305 f.Kr. gjørdist hann kongur og flutti landsins høvuðsstað til Alexandria við Miðjarðarhav, har býurin gjørdist miðdepil fyri handilsskapi og vísindum. Frá 285 f.Kr. stýrdi hann saman við syni sínum, Ptolemaios 2., sum tók við eftir pápa sín í 282 f.Kr. Meðan Ptolemaios 2. og Ptolemaios 3. ráddu, styrknaði landsins handil upp aftur meiri, men eftirmenn teirra vóru veikir. Ptolemaiska ríkið fór til grundar, tá ið ein sameindur egyptiskur og rómverskur herfloti við Markusi Antoniuis á odda mátti lúta fyri Oktaviani, eftirmanni Cæsars í bardaganum við Actium í 31 f.Kr.

[rætta] Fólkið

Um 99 % av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nasservatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar. Egyptisk mannfólk ganga ofta í tílíkum bummullartunikum ella jelabas. Plaggið er lætt og svalligt. Miðallívsævin í landinum er 71 ár. 28,6 % av fólkinum eru ikki lesifør.

[rætta] Búskapur

Grundarlagið undir búskapinum er landbúnaður, olja, ferðavinna, inntøkurnar frá skipum (ið sigla ígjøgnum Suezveitina) og peningur frá egyptum, sum arbeiða uttanlands.

Í Egyptalandi eru mong fornminni. Hvørt ár koma fleiri mió. ferðafólk til Egyptalands at síggja á pýramidurnar og onnur fornminni, ella at sigla á Nilá.

Mangir egyptiskir bøndur, felahin, dyrka jørðina, so sum siður hevur verið leingi; teir dyrka bummull, hveiti, rís, sukur, frukt ella grønmeti. Egyptaland er tað land í heiminum, sum dyrkar mest av dadlum. Ein onnur týdningarmikil grøði er berseem, eitt smæruslag, ið verður nýtt til dýrafóður. Egyptar dyrka eisini nógva bummull. Mong fólk arbeiða í klædnaídnaðinum, tey spinna, veva og lita bumullarklæði.

[rætta] Landalæra

Meginpartur av landinum er turr sandoyðimørk, og bara fram við ánni er fruktagóður geiri. Har áin rennur í havið, eru stórar fruktagóðar oyrar. Næstan alt fólkið býr í Nildali og á Niláaroyrunum.

[rætta] Handil

Útflutningur Innflutningur
1. Flag hjá Italy Italia 12.1 % Flag of the United States USA 11.4 %
2. Flag of the United States USA 11.3 % Flag of the People's Republic of China Kina 8.3 %
3. Flag hjá Spain Spania 8.7 % Flag hjá Germany Týskland 6.6 %
4. Flag of the United Kingdom Stóra Bretland 5.5 % Flag hjá Italy Italia 5.4 %
5. Flag hjá Frakland Frakland 5.4 % Flag hjá Saudi Arabia Saudiarabia 5.0 %
6. Flag hjá Syria Sýria 5.1 % Flag hjá Frakland Frakland 4.6 %

[rætta] Myndir

[rætta] Sí eisini


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara


Skoðanir
Onnur mál