Nilá

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Nilá í Egyptaland
Nilá í Egyptaland

Nilá er longsta á í heiminum og rennur úr Viktoriuvatni í Kenja og norður ígjøgnum Sahara og út í Miðjarðarhav. Hon rennur ígjøgnum Etiopia, Sudan og Egyptaland. Úr ánni fæst drekkivatn, vatn á akurlendið og fiskur. Áin er eisini væl umtókt ímillum ferðafólk. Tey sigla niðan eftir ánni í ferðamannaskipum ella seglbátum, nevndir felucca, at síggja mongu fornminnini í Egyptaland. Um 99% av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nassarvatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser.


[rætta] Sí eisini

Skoðanir
Persónlig amboð