Gabon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
République Gabonaise
Flagg Gabon
(Flagg Gabon)
Skjaldarmerki Gabon
(Skjaldarmerki Gabon)
Tjóðarslagorð: Union, Travail, Justice (franskt)
Tjóðsangur: La Concorde
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Libreville
Forseti Brice Oligui Nguema
Forsætisráðharri Raymond Ndong Sima
Fullveldi 17. august 1960 (frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
267.668 km²
3.76%
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
2.397.368
7.9/km²
Gjaldoyra CFA frankur (XAF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ga
Telefonkota +241

Lýðveldið Gabon (franskt: République Gabonaise) er eitt land í Miðafrika. Gabon hevur mark við Ekvatorguinea, Kongo og Kamerun. Landið hevur uml. 2 397 368 íbúgvar. Báðumegin miðkring, har nógv avfall er alt árið, er Gabon; tríggir fjóðringar av landinum eru regnskógur. Mesta inntøkan í landinum er av oljuvinnuni, men skógarvinnan er eisini nógv vaksin í seinastuni. Nógva tilfeingið skuldi gjørt, at Gabon var ríkt land, so er ikki, og fólkið er fátækt. Høvuðsatvoldin er lutvíst, at tá ið Gabon fekk sjálvstýri í 1960, tók einflokkastjórn valdið. Stjórnin stýrdi illa og søplaði burtur peningin í landinum. Í 1990 fekk Gabon fólkaræðiliga stýrisskipan.

Libreville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Gabon. Libreville merkir á fronskum "frælsur býur", og býurin, ið nú er høvuðsstaður í Gabon, varð grundaður í 1849 sum frístaður hjá leyslatnum trælum. Fronsk ávirkan eyðkennir býin, tí at Gabon gjørdist franskt hjáland í 19. øld. Nú er Libreville lívligur, nýmótans stórbýur; har er nógv virksemi; men ovurstórur munur er á fátækum og ríkum.

Landslutir[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir í Gabon.
  1. Estuaire (Libreville)
  2. Haut-Ogooué (Franceville)
  3. Moyen-Ogooué (Lambaréné)
  4. Ngounié (Mouila)
  5. Nyanga (Tchibanga)
  6. Ogooué-Ivindo (Makokou)
  7. Ogooué-Lolo (Koulamoutou)
  8. Ogooué-Maritime (Port-Gentil)
  9. Woleu-Ntem (Oyem)



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið